Lýsing
Lýsing
Sum myndin frá Norðoyastevnuni vísir so er skúlagarðurin og gamla fimleikarhøllin meira ella minni ruin, meðan longjan niðan við Ziskagøtu móti Heygavegnum trongir til mundandi ábøtur/umbygging . Byggistig 2 á Skúlatrøð viðvíkur júst hesum økjunum
|
Mynd: Jóhann Lützen
Á Skúlatrøð: Fyrireikingar til byggistig 2 og 3 fara í gongd
Klaksvíkar Býráð fer at taka støðu til at halda fram við fyrireikingunum til byggistig 2 og 3 á Skúlatrøð, har 200.000 krónur verða játtaðar til fyrstu kanningar og skitsur
Talan er um eitt framhald av skúlabyggingini, men ógreitt er, hvussu arbeiðsbólkurin skal skipast í mun til upprunaligu tilgongdina frá 2014, tá nógv breiðari umboð vóru knýtt at arbeiðinum.
Nevndirnar í býráðnum taka undir við málinum
Býráðsfundurin verður í Varpinum í dag kl. 17.30 og til ber at stroyma hann beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Seinastu tíðindini