Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksvíksgarðin
Klaksvíkar Býráð fer at taka á býráðsfundinum í dag at taka støðu til, at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina heildarætlan fyri økið úti í gomlu Klaksvík og kommunalu bygningunum í økinum
Talan er um fleiri og søguliga týdningarmiklar bygningar, m.a. Ídni, gamla Havnaskrivstovan og Pisshúsið, umframt privata og stovnsliga ogn sum Norðoya Fornminnissavn og Faktorshúsini.
Arbeiðsbólkurin skal greina møguleikar fyri varðveiting, nýtslu og ferðavinnu, men enn er eingin fígging sett av, og ógreitt er, hvussu stórt arbeiðið í veruleikanum verður.
Málið verður lagt fram sum eitt fyrireikingarstig, har bæði politisk og faklig umboð skulu seta kós fyri økið, sum í nógv ár hevur staðið uttan greiða menningarætlan.
Fleiri nevndir hava tó longu givið undirtøku fyri at seta arbeiðsbólkin í gongd.
Býráðsfundurin verður í Varpinum í dag kl. 17.30 og til ber at stroyma hann beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.