Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fosturforeldrafelagið á ferð: Hvussu fáa vit best hugsandi umstøður fyri fosturforeldur og tey børn, sum eru til fosturs ella umlætting?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2026 - 14:17 Tíðindi

Í samband við at Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett gongd á arbeiði at endurskoða fosturforeldraskipanina, bjóðar Fosturforeldrafelagið øllum núverandi og fyrrverandi fosturforeldrum á tiltak, sum verður kring landið.

 

 

Hevur tú ella hevur tú havt børn til fosturs ella umlætting, so ert tú hjartaliga vælkomin.

Vit byrja í Miðvági, síðan eru vit á Tvøroyri, Klaksvík, Saltangará og enda í Tórshavn.

 

HÓSKVØLDIÐ 28. MAJ KL. 19.30 Í MIÐVÁGI - SVABOSVEGUR 24

MÁNAKVØLDIÐ 1. JUNI KL. 19.30 Á TVØROYRI - TJALDURSVEGUR 13

MÁNAKVØLDIÐ 8. JUNI KL. 19.30 Í KLAKSVÍK - NÝGGIVEGUR 8

MIKUKVØLDIÐ 10. JUNI KL. 19.30 Í SALTANGARÁ - TÚNAGØTA 1

HÓSKVØLDIÐ 11. JUNI KL. 19.30 Í TÓRSHAVN - OVARA TVØRGØTA 1

Lítlar og ongar broytingar eru gjørdar í fosturforeldraskipanini seinastu 20 árini. Tí er tað átrokandi neyðugt, at øll skipanin verður eftirhugd.

Tær broytingar, sum verða gjørdar í fosturforeldraskipanini, fara at ávirka øll fosturforeldur tey næstu nógvu árini. Tað er tí umráðandi, at broytingarnar taka støði í gerandisdegnum og lívinum hjá fosturforeldrum og teimum royndum, sum tey hava gjørt sær sum fosturforeldur.

Á tiltøkum kring landið fer Annlis Bjarkhamar, forkvinna í Fosturforeldrafelagnum, at greiða frá arbeiðinum at endurskoða fosturforeldraskipanina, og hvørjar batar nevndin í Fosturforeldrafelagnum heldur verða neyðugar. Endamálið við tiltøkunum er at koma á tal við so nógv núverandi og fyrrverandi fosturforeldur sum til ber, og hoyra hvørji ynski tey hava til batar av fosturforeldraskipanini.

Fosturforeldrafelagið vónar, at fosturforeldur hava møguleika og hug at taka lut á einum av teimum 5 tiltøkunum.

Tit kunnu melda til eitt av tiltøkunum við senda teldupost á fosturforeldrafelagid@gmail.com  ella við at senda sms á tlf: 289009

Freistin at melda til er tveir dagar áðrenn einstøku tiltøkini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik