Búnaðarstovan vertur fyri norðurlendskari vitjan
Búnaðarstovan vertur fyri vitjan av stýrunum fyri ávikavist Nordisk Genressourcecenter (NordGen), SamNordisk Skogsforskning (SNS) og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning (NKJ).
Kongaríkið Danmark hevur í 2026 formansskapin fyri Norrøna Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd), og Føroyar og Danmark býta hesa uppgávuna sínámillum.
Arbeiðið í Norrøna Ráðharraráðnum er skipað í ymisk ráðharraráð ella samstarvsøki, har eitt av hesum nevnist Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (vanliga stytt til “MR-FJLS”) sí: Nordisk Ministerråd for Fiskeri, Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (MR-FJLS) | Nordisk Samarbejde, og undir hesum eru aftur ymsir embætismannabólkar (EK-bólkar og nevndir), ið handfara tey evni, sum eru til viðgerðar í sjálvum ráðharraráðnum.
Undir MR-FJLS eru íalt fýra ymsir embætismannabólkar, og ein av hesum bólkunum er EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug), í Føroyar hava leiðsluna av í 2026 sí: Nordisk Embedsmandskomité for Fiskeri og Havbrug, Jordbrug, Levnedsmidler og Skovbrug (EK-FJLS Jordbrug og Skovbrug) | Nordisk Samarbejde.
Embætismannabólkurin EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) hevur fakligu ábyrgdina av ávikavist stovninum Nordisk Genressourcecenter (NordGen) [https://www.nordgen.org/sv/], eins og av samstarvsnevndunum SamNordisk Skogsforskning (SNS) [https://nordicforestresearch.org/] og Nordisk komité for jordbruks- og matforskning (NKJ) [https://nordicagriresearch.org/].
Nú, ið formansskapurin fyri EK-FJLS (Jordbrug og Skovbrug) liggur í Føroyum í 2026, hava ávikavist NordGen, SNS og NKJ tí valt at leggja sínar stýrisfundir her, og mikudagin 20. mai var stórt felags tiltak á Búnaðarstovuni, har høvi var at greiða gestunum frá ymsum føroyskum viðurskiftum innan landbúnað í breiðari merking. Tróndur Leivsson greiddi frá yvirskipaðu viðurskiftunum innan føroyska landbúnaðargeiran og frá virkseminum á Búnaðarstovuni, Jens Ivan í Gerðinum greiddi frá ítøkiligum landbúnaðarvirksemi og framleiðslu í Føroyum, Dorthea Joensen greiddi frá arbeiðinum at menna gagnnýtslu av ullini, og Jóna Adelaide Ólavsdóttir greiddi frá støðuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum av Føroyska Rossinum. Á felags fundinum á Búnaðarstovuni møttust íalt eini 40 fólk, og lívligt prát var millum luttakararnar aftaná, har afturmeldingin m.a. var hon, at gestirnir høvdu fingið eitt væl betri innlit í føroysk landbúnaðar- og náttúruviðurskifti enn áður.
Stýrið fyri NordGen hevði seinnapartin fund í Vinnumálaráðnum við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, at umrøða viðurskifti, sum skulu avgreiðast í sambandi við, at umsóknin frá landsstýrinum um fullan limaskap í NordGen varð gingin á møti í 2024.