Veiðiloyvini verða nú 10 ár
Eftir tingfundin í dag vita aktørarnir í fiskivinnuni, at teir hava loyvini fram til í minsta lagi 1. januar 2037
Tingfundur er í dag. Skráin er drúgv. Eitt av málinum er Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi.
Meirilutin í Vinnunevndini skrivar í álitinum m.a at:
Fiskivinnan er ein kapitalintensiv vinna við dýrum aktivum. Umráðandi er, at karmarnir fyri fiskivinnuna eru stabilir, og at gildistíð á loyvum er nóg long til, at reiðaríini kunnu fíggja skip o.a. á besta hátt. 10 ár verður mett at vera eitt hóskandi loyvistíðarskeið.
Eisini inniheldur nýggja uppskotið nýggjar ásetingar um útblaking, frágreiðing fyri Løgtinginum, avhending og heimildir at banna skipum undir fremmandum fløggum um at umskipa í føroyskum havnum og føroyskum sjógvi.
Alt uppskotið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11511
Tingfundurin byrjar kl. 10