Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hanus Kjølbro

70 veðurfrøðingar hittast í Føroyum

SKRIVAÐ: Knud Simonsen & Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya  |  26.05.2026 - 07:24 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Í døgunum 27. – 29. mai er Veðurstova Føroya vertur fyri Nordic Metorological Meeting (NMM). Fleiri enn 70 veðurfrøðingar úr øllum Norðanlondunum, Týsklandi og Bretlandi hittast.

Smæran í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn fer at hýsa 37 framløgum og 25 vísindapostarum hesar 3 dagarnar. 

Tað byrjar mikumorgunin kl 08:30. Tað er Bárður á Steig Nielsen, Uttanríkis- og fiskimálaráðharri og varaløgmaður, fer at seta fundin.  

Endamálið við NMM er at stimbra samstarvið millum veðurfrøðingar, sum hava áhuga í veðrinum í norðurlendska og arktiska økinum. NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlenskum londunum í samstarvinum, sum nú eisini er farið at telja Føroyar. 

Umboð fyri Veðurstovu Føroya luttøku fyrstu ferð á seinasta NMM-funindum, sum var í Keypmannahavn í august í 2024.

Turið Poulsen og Andrias Gregoruissen frá Veðurstovu Føroya leggja fram fyri nógvum veðurfrøðingum úr fleiri londum á NMM 2024, sum var í Keypmannahavn. Mynd: Hanus Kjølbro.

At veðurstovnar og feløg í grannalondunum eisini ynskja samstarv hendan vegin, vísir næstan metstóra undirtøkan, sum er fyri hesum fundinum í Føroyum. Allar almennu veðurstovurnar í Norðanlondum verða væl umboðaðar, umframt umboð frá fleiri universitetum, svenska herinum og feløg, sum arbeiða við grønari orku og ráðgeving, sum hevur við veðrið at gera.

Millum hesi eru veðurfrøðingar, sum standa aftan fyri vælumtøktu veðurappirnar yr.no og Belgingur, og eisini aðrir sum samskipa serveðurtænastunar til flogferðslu og leiting og bjarging á sjónum í grannalondum okkara.

 

Eldri tíðindagreinar um NMM 2026 hava staðið á vedur.fo:

- European Meterologial Society heiður til ungt vísindafólk á norðurlendsku veðurráðstevnuni í Føroyum í mai 2026

 -sí  https://www.vedur.fo/fo/um-okkum/tidindi/european-meterologial-society-heidur-til-ungt-visindafolk-a-nordurlendsku-vedurradstevnuni-i-foeroyum-i-mai-2026 

- sí Nordic Meteorology Meeting 2026 (NMM 2026) verður í Føroyum.

 - https://www.vedur.fo/fo/um-okkum/tidindi/nordic-meteorology-meeting-2026-nmm-2026-verdur-i-foeroyum 

- Norðurlendska veðurráðstevnan 2026 verður hildin í Føroyum

 - sí https://www.vedur.fo/fo/um-okkum/tidindi/nordurlendska-vedurradstevnan-2026-verdur-hildin-i-foeroyum 

- https://www.emetsoc.org/events/event/nordic-meteorological-meeting-2026/ 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda