Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir góðu royndirnar við dialysu í Suðuroy og áheitan frá Nýrafelagnum setti Elsebeth M. Gunnleygsdóttur landsstýriskvinnuni í heilsumálum fyrispurning um dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men svarið frá Eyðdis H. Niclasen (t.h.) er at síggja til ein tummil niðureftir. | Mynd: logting.fo/homr.fo

Ikki gott í væntu fyri nýrasjúklingar norðanfyri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2026 - 11:53 Politikkur Tíðindi

Eftir at Nýrafelagið í opnum brævi hevði heitt á landsins myndugleikar um at bera so í bandi, at dialysuviðgerð eisini kann fáast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, setti Elsebeth M. Gunnleygsdóttur ein fyrispurning um málið til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Eyðdis H. Niclasen. Svarið er nú komið, men tað sigur, at nýrasjúklingar norðanfyri ikki hava nakað at vera optimistiskir um.

 

 

Í spurninginum spurdi Elsebeth M. Gunnleygsdóttur um íløgukostnað, rakstrarkostnað og neyðug tól, men fyrst og fremst um Landsstýrið í heila tikið var sinnað at ganga Nýrafelagnum á møti.

Svarið er, at tað fer at kosta samanlagt millum 3,6 og 5,2 milliónir um árið, og at neyðuga útgerðin fevnir um 3 dialysustólar, 4 dialysumaskinur, eina vatnreinsiskipan og so útreiðslur til HVS, elektrisitet og innrætting. Av manning krevjast 4 sjúkrarøktarfrøðingar og ein lækni á staðnum, umframt at ein nýralækni kann røkkast.

Nýrafelagið vísti annars á, at ein dialysusjúklingur í Klaksvík ofta brúkar 22 tímar um vikuna, svarandi til meira enn eitt hálvtíðarstarv, til at fáa dialysuviðgerð í Tórshavn. Av hesum 22 tímunum fara 10 tímar, ella knapt helvtin, til koyring, meðan viðgerðin sjálv tekur 12 tímar um vikuna. Føroyska Nýrafelagið hevur verið í sambandi við danska Nýrafelagið, ið sigur, at ”hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere dialyse opnår langt større livskvalitet”.

Leggjast kann afturat, at nýrasjúklingar í Suðuroy í 2024 fingu dialysuviðgerð í nærumhvørvinum, og nú tilboðið hevur virkað í yvir 2 ár, hevur onki verið at frætta um nakra neiliga avleiðing.

Spurningur og svar kunnu lesast í fullum líki her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11523 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina