Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: 24FO.NEWS

Løgreglan kannaði bilar og fólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2026 - 23:58 Tíðindi

Í dag var ein sjálvsom hending, tá TERNAN kom á Klaksvík av Syðradali. Fleiri løgreglubilar stóðu á bryggjuni, og tveir bilar vórðu tiknir til síðis til nærri kanningar.

 

Beint áðrenn klokkan 16, tá lemmurin á TERNUNI fór niður, eygleiddu løgreglufólkini bilarnar, sum komu í land. Tveir bilar vórðu tiknir til síðis, og fólkini í teimum vórðu kannað og tosað við hvør sær.

Onkur av útlendsku ferðafólkunum varð eisini visiteraður av løgregluni. Klokkan 16.30 var løgreglan liðug við kanningararbeiðið á staðnum, og bæði ferðafólk og løgreglubilar fóru av havnalagnum.

 

Mynd: 24FO.NEWS

 

Á Løgreglustøðini vilja tey ikki upplýsa, hvat málið snýr seg um. Tey siga bert, at løgreglan hevur framt eina politiuppgávu, og at kanningarnar halda fram.

 

Mynd: 24FO.NEWS

 

Greinin er skrivað í samstarvi millum Norðlýsið og 24FO.NEWS.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum