Lýsing
Lýsing
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
AB trýsti KÍ móti endanum, tá tað bleiv spennandi.
KÍ førdi 2-0 í hálvleikinum við málum frá Deni Pavlovic og Jákupi Biskopstø. KÍ var greitt omaná, men hevði tó ikki so nógvar stórar málmøguleikar afturat málunum.
Í seinna hálvleiki broyttist dystargongdin, har AB kom nógv betri við. Einaferð luktaði av brotssparki, men tað kom, tá 11 minuttir vóru eftir eftir, at KÍ misti bóltin í uppspælinum. Løtu seinni fekk Jean Carlos reytt kort, men KÍ dugdi væl at verja 2-1 leiðsluna. Tað var sum, at AB ikki dugdi at brúka fyrimunin við einum leikara fleiri. Tí kom einki mál afturat.
Samanlagt var talan um ein uppibornan sigur til KÍ, sum avrikaði væl í fyrra hálvleiki, men ikki avrikaði væl í seinna hálvleiki.
Seinastu tíðindini