Lýsing
Lýsing
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends
Aftur í ár fara Team Klaksvík legendurnar at spæla dyst á Norðoyastevnu – í KÍ-høllini. Í fjør var um reppið at teir vunnu dystin, og í ár hava teir bjóðað Kyndils legendum av.
Kvikleikin er møguliga ikki tann sami sum fyrr, men undirhaldsvirðið hevur ongantíð verið hægri!
Kom í KÍ høllina fríggjakvøldið 29. mai. Kanska tú ert heppin at síggja eitt legendariskt hoppskot frá Fríðin Ziskason, ella ein lekkran skrúvubólt frá Jón Jacobsen.
Dysturin byrjar kl 19:00 fríggjakvøld á Norðoyastevnu.
Seinastu tíðindini