Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summarskeið í para-judo gevur børnum trygga byrjan í felagsítrótti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2026 - 18:48 Ítrottur Tíðindi

Við stuðli frá verkætlanini Øll við hevur Judo Føroyar í summar skipað fyri einum serligum summarskeiði fyri nýggjar para-judoka. Endamálið við skeiðnum er at geva børnum, sum bera brek ella hava serligan tørv eina trygga og góða byrjan í ítrótti.

 

Skeiðið virkar sum ein fyrireiking, har børnini í tryggum kørmum fáa møguleika at læra judo, venjingina og felagsskapin at kenna. Gjøgnum rørslu, spøl og góðar upplivingar á máttuni fáa børnini eina jaliga uppliving við ítrótti og felagsvenjing.


Málið er, at børnini eftir summar kenna seg klár og trygg at halda fram í vanligu venjingunum hjá Havnar Judofelag og verða ein natúrligur partur av felagsítróttinum.


Hetta ynskir Øll við at stuðla. Verkætlanin arbeiðir fyri, at fleiri børn og ung sum bera brek ella hava serligan tørv fáa møguleika at luttaka í ítrótti og felagsskapi á jøvnum føti við onnur. Við átøkum sum hesum, fáa feløg hjálp til at skapa rúm fyri fleiri børnum og byggja upp varandi og inkluderandi tilboð.


Parasport Føroyar vil fegin takka Judo Føroyar fyri eitt gott og týdningarmikið samstarv og fyri teirra arbeiði við at skapa eitt opið og inkluderandi ítróttarumhvørvi 


 "Øll við" ynskir at eggja øðrum sersambondum og feløgum at søkja um stuðul á www.ollvid.fo  til at skapa inklusjón í ítrótti til børn og ung, sum hava tørv á einum tillagaðum ítróttartilboðið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi