Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leiðaratrivnaður á breddan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.05.2026 - 14:48 Tíðindi Vinna

Nógv verður tosað um trivnað hjá starvsfólkum, men ov sjáldan verður trivnaðurin hjá leiðaranum sjálvum settur á breddan. Leiðarar bera ofta stóra ábyrgd, standa í avbjóðandi støðum og skulu taka truplar avgerðir

 

Krøvini til leiðarar eru vaksin nógv seinastu árini. Leiðarar skulu ikki bara tryggja rakstur og úrslit, men eisini leiða broytingar, skapa trivnað, handfara óvissu og kreppur. Hetta setur høg krøv til leiðarar, bæði fakliga og persónliga.

Tí skipar RR Consulting fyri tiltakinum Leiðaratrivnaður í felagsskapi, har sjóneykan verður sett á, hvussu leiðarar og leiðslubólkar kunnu styrkja trivnað, samstarv og sálarligan tryggleika í leiðslu.

Skeiðshaldari er viðurkendi vinnusálarfrøðingurin Lill Palmblad. Hon er eisini góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi og stjóri og partnari í Palmblad Erhvervspsykologi og Better Worklife. Hon gav í 2024 út bókina Hvem passer på chefen? saman við Louise Dinesen.  

 

Lill Palmblad fer á tiltakinum at arbeiða við m.a. hesum evnum:

·       Leiðaratrivnaði

·       Karmum fyri leiðaratrivnað

·       Sálarligum tryggleika og samstarvi í leiðslubólkum

·       Handfaring av truplum støðum

·       Trivnaði í organisatiónini

 

Skeiðið er viðkomandi fyri leiðarar á øllum stigum, leiðslubólkar og HR-starvsfólk, ið arbeiða við karmum fyri góða leiðslu.

Tiltakið verður á Hilton Garden Inn hósdagin 11. juni kl. 9.00–16.00.

Tilmelding og nærri kunning er her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…