Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir tríggir floksforMENNINIR og samgonguleiðararnir verða grillaðir av lokalsprøjtuni | Mynd: Jóhann Lützen

Norðoyastevnuteitið: Nógvur látur á Spinnarínum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2026 - 10:00 Mentan Tíðindi

Norðoyastevnuteitið hevði frumframførðslu í gjár og vit vóru við bæði millum áskoðararnar og á pallinum.

 

Norðoyastevnuteitið gongur hesa vikuna og næstu viku við. Seinasta sýning er á sjálvari Norðoyastevnu leygardagin 30. mai. 

Leikt verður á loftinum í Spinnarínum og umstøðurnar eru góðar. Súsanna Olsen, forkvinna í Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðaði vælkomin og takkaði øllum "ofrunum" fyri at tað er so nemt við at finna evnir at skemta við. 

Umframt teir meira rutineraðu leikararnar var eisini stuttligt at síggja ung fólk á pallinum, sum dugdu óføra væl at spæla og skemta. 

  • Leikstjóri: Noomi Reinert
  • Ljóð og ljós: Jóhannes Martin Hansen, Stefan á Smið, Kári Joensen
  • Grafik: Reni Heimustovu
  • Leikarir: Jákup Guðlaugsson Johansen, Durita Tóradóttir, Snæbjørg Gustavsdóttir, Anita Hansen, Maria Kristina Smith, Liljan Eysturdal Køtlum, Durita Joensen, Emry Jo, Durita Samuelsen

Norðoyastevnan = Norðoyastevnuteitið, so vit heita á øll her um leiðir, at finna sær vegin upp á loftið á Spinnarínum at fleinna hart í ein góðan tíma. 

Takk fyri láturin Klaksvíkar Sjónleikafelag! Frálíkt!

Atgongumerkir kunnu keypast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…