Lýsing
Lýsing
Fyrilestrarnir verða allir hildnir í norðurendanum á KÍ høllini, eins og á myndini her frá Atlantic Fair í 2024
|
Mynd: Dávur Winther
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum hevur seinastu árini samskipað fyrilestrarnar sum verða hildnir á messuni Atlantic Fair í Klaksvík og í ár er hann aftur við eini spennandi skrá við ikki færri enn 11 ymiskum fyrilestarhaldarum
Jan Muller hevur altíð verið ein maður, sum hevur verið virkin í at fáa eina góða kjakmentan í Føroyum og royndi hetta bæði sum blaðstjóri og við fyrilestrarrøðum í Miðlahúsinum. Ein tann kendasta royndin var við Kára á Rógvu, sála, har fyrilestrar í Miðlahúsinum vóru givnir út í bók.
Fyri Jan Muller var hetta heilt natúrligt, tá Áki í Skemmuni heitti á hann, at fara undir at samskipa fyrilestrar á messuni. Tað hevur hann gjørt seinastu árini og er aftur samskipari í ár.
- Týsdagin 19 mai klokkan 11.30 ferð Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum at tosa um Føroyar sum vinnutjóð í Norðuratlantshavi. Hann fer at greiða frá støðuni og ætlanum við føroyskum vinnulívi til lands og til havs.
- Týsdagin 19 mai klokkan 14 fer stjórin fyri Mest, skipasmiðjusamtakinum, at greiða frá, hvusu tað er at vaksa upp saman við skipasmiðjuídnaðinum. Hann fer at tosa um turrdokk víðkaninar á Skála og vit sleppa umborð á nýbygningin Dunga Jákup, ein av spildurnýggju trolarunum til føroyska landgrunnin. Fyrilesturin verður á enskum.
- Týsdagin 19 mai klokkan 15 fer Ólavur Hansen frá Sjóvinnustýrinum at greiða frá eini felags talgilda inngongd til føroyskar havnir. Tá skip koma í føroyska havn, fer nógv umsiting fram og fleiri ymiskir myndugleikar skulu hava fráboðan. Sjóvinnustýrið hevur ment ein pall, Maritime Single Window, sum savnar allar lógbundnar fráboðanir frá skipum í eina felags talgilda loysn.
- Týsdagin tann 19 klokkan 16 fer Jacob Lundholm frá ABB Marine og Ports at greiða frá teimum nýggjast loysnunum við landstreymi.
- Mikudagin 20 mai klokkan 13 fer Magni Mohr professari á Fróðskaparsetri Føroya at greiða frá um at gransking og universitetútbúgvingar eru neyðugir partar av menning av nýggjum vinnumøguleikum.
- Mikudagin 20 mai klokkan 14 fer Bogi Simonsen, søluleiðari hjá North Pelagic at greiða frá sildastovnum í Atlants og Kyrrahavinum og hví sildin er so høgt í metum í Norðurevropa.
- Mikudagin 20 mai klokkan 15 fer Randi á Bergi, søluleiðarin á nýbygda KG hotellinum, at greiða frá um Klaksvík fyrr og nú um KG Hotel og framtíðina.
- Hósdagin 21 mai klokkan 13 fer Sanna Laksá, phd búskaparfrøðingur, Sjókovin at greiða frá, hvussu vir minka um umhvørvisávirkanina av fiskiskapi.
- Hósdagin 21 mai klokkan 14 fer Kári Mortensen, orkuserfrøðingur frá umhvørvisstovuni at greiða frá, hvussu Føroyar gerast sjálvbjargin við varandi orku.
Seinastu tíðindini