Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá føroyskum fyritøkum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.05.2026 - 13:02 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Millum hannað hetta segði Karl Haldursson Johansen í røðu síni á Atlantic Fair móttøkuni í morgin

Góðu framsýnarar og góðu gestir

Í ár eru 180 fyritøkur tilmeldaðar, umboðandi 14 ymisk lond.

Hesar dagarnar ráðstevnan er, knýta fyritøkur nýggj sambond, gera møguligar íløgur og fáa íblástur til skynsamar loysnir tvørturum landamørk.

Tílík samstørv kunnu verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, men avgjørt ein týðandi liður í menningini.

Góðar relatiónir við veitara úti í heimi skulu heldur ikki undirmetast. Men í hesum døgum, tá ið kostnaðurin at ferðast londini millum er dýrkaður, og heimurin støðugt gerst meira ótryggur, so er týdnigarmikið at fáa sum mest burturúr, tá ið partarnir hittast. Tí vit vita, at vitanardeiling og fysiskt samband hevur eina jaliga ávirkan á okkum sum menniskju. 

Ein slík messa styrkir tí støðuna hjá føroyskum fyritøkum, sum fáa møguleika at vísa sína vøru, sín heimstað og veita ta gestablídna, sum sermerkir føroyingin.

 

At lokalar fyritøkur fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan og menna handilssambond í sínum egna umhvørvi, skapar eitt gott grundarlag fyri framtíðar samstarvi.

Harumframt hevur ein tílík vinnuframsýning stóran týdning fyri býin.

Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at hýsa Atlantic fair.

Nógvir gestir vitja í økinum, og er tað mín vón, at vitjandi fáa eina góða uppliving á messuni, umframt gangnýta møguleikarnar í býnum.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg bjóða tykkum vælkomin til Atlantic fair 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…