Fínteljingin verður í dag
Í tveimum av flokkunum er so tætt millum ytsta mandat og fyrsta varafólk, at fínteljingin av løgtingsvalúrslitinum kann broyta forteknini hjá teimum báðum, men í hinum fimm flokkunum er alt avgjørt. Ikki er vanligt, at fínteljingin broytir tað stóra, men kortini kemur tað meira enn so fyri, at tingfólk ikki taka við tillukkuynskjum við innveljingini, fyrrenn fínteljingin hevur beint allan iva burtur.
Í Fólkaflokkinum eru 27 atkvøður millum Grím Sundstein og Fíu Nielsen, og so mikið kann ikki vera talt skeivt í upprunaligu uppteljingini. Tað kann tað heldur ikki í Javnaðarflokkinum, har 100 atkvøður eru millum ytsta mandat, Margit Stórá, og fyrsta varafólk, Bjørt Lind, og so als ikki í sjálvstýri, har yvir 300 atkvøður skilja Sámal Petur í Grund frá fyrsta varafólki, Sylviu Thomsen. Tað fer heldur ikki at henda, at fínteljingin broytir nakað í Framsókn, har 110 atkvøður eru ímillum Bjarna Kárason og Beintu Løwe, ella í Miðflokkinum, har 165 atkvøður eru á muni millum Jenis av Rana og Sámal Hanna Lognberg.
Men í Sambandsflokkinum og Tjóðveldi kann fínteljingin geva útslag. Har eru nevniliga bert 3 atkvøður ímillum ytsta mandat og fyrsta varafólk. Johan Dahl fekk 345 atkvøður undir fyrstu uppteljing, og harvið fekk hann 7. og seinasta mandatið hjá Sambandsflokkinum. Magni Højgaard á 8. plássi fekk 342 atkvøður. Og í Tjóðveldi fekk Jóhan Christiansen 307 atkvøður og var innanfyri, meðan Eirikur í Jákupsstovu fekk 304 og endaði sum tann fyrsti uttanfyri.
Skuldi tað hent seg, at ABC-samgongan ikki gjørdist ein realitetur, og at Tjóðveldi í staðin slapp í Landsstýrið við 2 limum úr tingmanningini, so kann fínteljingin eisini flyta, hvør aftaná føstu varafólkini gerst fyrsta varafólkið har. Bert 1 atkvøða skilir Erling Eidesgaard við 231 frá Tjóðhild Patursson við 230.