Vit mugu hava ein greiðan útlendingapolitikk
Vit mugu hava ein væl skipaðan og greiðan útlendingapolitikk. Vit mugu hava greiðar reglur fyri, hvat tilflytarar kunnu og ikki kunnu, vit mugu hava reglur, sum verja okkara aldargomlu grundvirði.
Tilflytarar, sum vilja liva, virka og integrera seg í føroyska samfelagnum, skulu vera vælkomnir! Teir eru við til at lyfta okkara samfelag og halda samfelagshjólunum koyrandi.
Í londunum rundan um okkum, sum vit ofta samanbera okkum við, Danmark, Svøríki og Noregi, hava tey stórar trupulleikar av ávísum fólkabólkum. Hetta eru í høvuðsheitum fólkasløg, hvørs mentan víkir frá okkara.
Eg sigli saman við monnum úr grannalondum okkara, og tá vit koma inn á viðurskifti, sum snúgva seg um tilflytarar, er greiði boðskapurin frá teimum: “Tit í Føroyum mugu undir ongum umstøðum enda í somu grøv, sum vit eru endað í. Tit hava enn møguleikan at skipa hesi viðurskifti.”
Eg fari tí undir ongum umstøðum at taka undir við, at tað verða bygdar moskur og líknandi í Føroyum.
Vit mugu tora at standa ímóti hesum ráki og kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta, so vit føroyingar ikki enda við at búgva í einum landi, har vit ikki kenna okkum heima. Vit mugu fara í gongd beinanvegin og skipa greiðar reglur á hesum øki.
Set kross við eina sterka og greiða rødd í morgin.
Hans Pauli Henryson, valevni fyri Fólkaflokkin
Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars