Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klárar tú at tosa uttan mál?

SKRIVAÐ: Birita Lamhauge Jóansdóttir  |  25.03.2026 - 21:10 Politikkur

Royn tað beint nú! Tú sleppur ikki at siga tína meining, ella hvat tú hugsar, tú sleppur ikki at skriva tað, og tú sleppur ei heldur at gera tekin. Bara ja og nei og kanska nikka við høvdinum. Hvussu leingi hevði tú klárað at verið í hesari støðu? Hvussu leingi hevði tín familja og tíni børn orkað hesa støðu?

Tað eru vaksin fólk í hesum landi, ið kanska hava fingið ein blóðtøpp ella eina heilabløðing, sum yvirlivdu, men sum samstundis mistu sínar førleikar at tosa, lesa og skriva. Tey vita, hvat tey vilja siga, men tey hava ikki førleikar til at siga tað, og tey og familjan fáa ikki nóg góða hjálp.

Audiologopedisk viðgerð skal hava hægri raðfesting!

Audiologopediska økið í Føroyum hevur alt ov lága raðfesting. Tey, sum arbeiða innan økið, muga renna sum fluga í fløsku millum menniskju, ið hava tørv á teirra hjálp, og hava ongan kjans at geva hesum menniskjum ta hjálp, teimum veruliga tørvar.

Avleiðingarnar av ikki at fáa audiologopediska hjálp eru syrgiligar. Persónurin, ið hevur mist sínar taliførleikar, má bara liva við hesum, uttan vón um ella møguleika fyri nakrantíð at kunna koma at tosa aftur – ella á annan hátt fáa ment alternativar hættir at samskifta við sína familju. Hetta skapar djúp sálarlig arr og kensluligar og kropsligar frustrasjónir. Familjan fær ei heldur vegleiðing í øðrum samskiftishættum, og má bara liva við sorgini – og børnini hava fyri lívið mist sambandið við pápa sín ella við mammu sína, sum tey kendu tað. Og á ellisøkinum verða tey eldru mest sum bara parkeraði.

 

Hjálpin skal fylgja familjuni

Tað eigur at gera fullkomiliga tað sama, hvørja skipan, persónurin hoyrir til, og um tað er kommuna ella land, ið hevur ábyrgdina. Familjan er í djúpari kreppu og skal ikki renna frá Heródes til Pilatus fyri at fáa hjálp. Audiologopedisk viðgerð skal sjálvandi fylgja persóninum. Fyri at persónurin og familjan skulu fáa nøktandi hjálp, má taluviðgerð veitast nógv meira enn nakrar fáar ferðir um vikuna, og tað ber ikki til, at viðgerðin støðgar í fleiri vikur, tí at onkur er í feriu – hetta er meiningsleyst. Tað hevur alstóran týdning, at intensiv viðgerð verður veitt beinanvegin, og at hon heldur á. Og sjálvandi má familjan fáa dygdargóða vegleiðing, eisini í øðrum samskiftishættum, soleiðis at tey, sum eru um persónin, framhaldandi kunna menna persónin og sítt egna samskifti við hann.

Tað eigur at vera skipað eitt stað, hagar bæði rakti persónurin og familjan kunnu venda sær at fáa góða hjálp og vegleiðing, og henda eindin skal sjálvandi vera før fyri at veita hesa tænastu í

praksis og ikki bara á pappírinum. Familjur skula ikki sendast heim úr Danmark til hjálp, ið ikki er til.

Nú, hvussu gekk at tosa uttan mál?

 

Birita Lamhauge Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…
Nei til ognarskatt!!
Megna Norð­oyggjar at halda tørn við fimm…
Gera vit tað ov torført at vera íverkset…
Valveðrið
Sjálvstýri er einasta alternativ til før…
Varpið aðalfund
Mjølnir má vinna í kvøld!
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…