Gjaldi í Eysturoyartunnlinum niður, ein kubbi pr. húsarhald!
Tíðin er nú komin at gjaldið í Eysturoyartunnilin eigur at verða lækkað. Samstundis eigur møguleikin at vera hjá hvørjum húsarhaldi, at hava eina fasta loysn – ein “kubba” – sum fevnir um allar bilarnar í húsinum.
Í dag koyra nógv fólk dagliga gjøgnum tunnilin, bæði til arbeiðis, skúla og onnur ørindi. Fyrimunirnir við tunnlinum eru greiðir: styttri ferðatíð, betri trygd og lættari at ferðast millum oyggjarnar. Men hóast hetta, kennist gjaldið hjá mongum, sum ein tung byrða, serliga hjá teimum, ið noyðast at brúka tunnilin hvønn dag.
Fyri húsarhald við fleiri bilum verður kostnaðurin høgur. Tí hevði ein skipan við einum føstum mánaðargjaldi – ein kubbi pr. húsarhald – verið ein rættvís og skilagóð loysn. Soleiðis hevði eitt húskið kunnað nýtt tunnilin frítt við øllum sínum bilum.
Ein slík skipan hevði eisini gjørt tað lættari at skipa gerandisdagin. Foreldur, ið skulu koyra til arbeiðis, fólk sum hava heilsuørindi og onnur ørindi, høvdu ikki skulað hugsað um eyka kostnað hvørja ferð. Hetta hevði givið meira frælsi og minni fíggjarligt trýst.
Samstundis kundi lægri gjald og ein føst skipan ført til, at fleiri fólk nýttu tunnilin oftari. Tað kundi aftur økt um samlaðu inntøkurnar yvir tíð og gjørt skipanina meira haldføra.
Tí er tað skilagott at hugsa nýggjar leiðir. Eitt lægri gjald og ein kubbi pr. Húsarhald hevði verið ein loysn, sum bæði gagnar borgarum og samfelagnum sum heild.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin