Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haldføri! – á fíggjarlógini og í lummanum

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein  |  25.03.2026 - 22:00 Politikkur

Síðan valið varð útskrivað, hevur bensinprísurin [14.64 kr./ltr.] umsíðir yvirhálað mjólkarprísin. Tíverri fyri brúkaran er mjólkarprísurin ikki lækkaður.

Bensinprísurin er so høgur, tí landskassin kraddar sær 6 kr. av hvørjum litri.

Meðan almenn umsiting bara bólgnar, mugu vanligir borgarar spenna buksureimina bæði so og so. Nakrar av okkara yndisvørum eru dýrkaðar nógv hetta valskeiðið, t.d. kaffi [27%], sukur, sjokuláta og góðgæti [13%].

Afturat hesum koma øll avgjøldini, sum sosialistiska samgongan annaðhvørt hevur hækkað ella lagt afturat. Bert hugflogið setur avmarkingar á avgjaldsøðina.

Fólkaflokkurin vil hava haldføri aftur á fíggjarlógina og í lumman hjá tær.

Ítøkilig dømir, sum skulu gera tað lættari og liviligari hjá føroyingum, eru at:

- innføra avgjaldssteðg, so vit ikki leggja fleiri byrðar á fólk.

- javna skattaskipanina í samsvari við prís- og lønarvøksturin, so at vit ikki økja skattatrýstið.

- geva kommunum heimild at hækka botnfrádráttin.

Hetta eru átøk, sum skulu geva fólki meira pening eftir skatt [t.e. í lumman], so borgarin fær størri keypiorku, uttan at tað ávirkar kappingarførið í vinnuni. Um búskapurin framvegis skal vera stinnur, mugu vit fáa kappingarføri aftur á hillarnar.

Frá halli til haldføri

Búskapurin er framvegis stinnur, men landskassin bløðir.

Vinnan livir, yvirlivir og mennist bert, um hon sleppir at tæna øðrum. Latið vinnuna [t.e. vinnu, vinnulívsfólk og starvsfólk] royna at baka breyðini størri og at økja búskapin fyri at metta flest munnar.

Vinstravendir politikarar vilja skera breyðið, ið onnur baka, í flísar og býta molarnar javnt ímillum sínar veljarar.

Vinstravendir politikarar skapa hvørki nýggj virði ella vælferð til allar føroyingar. Tað ger bert fría vinnulívið, um tað fær loyvi og góðar umstøður at virka og skapa nýggj virði. Latið vinnuna sleppa til verka.

Skulu vit tryggja framtíðina, mugu vit fáa javnvág í landskassan, soleiðis at inntøkurnar aftur vaksa skjótari enn útreiðslurnar.

Fólkaflokkurin vil, at umsitingin av almenna rakstrinum skal vera skynsamari og effektivari.

Vit vilja:

- gera bygnaðarbroytingar, soleiðis at tú fært betri tænastur fyri færri pengar.

- bjóða almennar tænasturveitingar út til privat at reka, so vinnan ikki bert skapar vælferð, men eisini í størst møguligan mun kann umsita og veita hana.

- harafturat innføra eitt fíggjarpolitiskt regluverk og laga føroyska lóggávu til føroysk viðurskifti, so vit fáa meira fyri hvørja skattakrónu, vit taka frá tær.

Vit vilja hava pengarnar ’niður á gólvið’, so tú fært meira vælferð og ikki meira umsiting av vælferð.

X við A

Vel Grím Sundstein í Fólkaflokkinum

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…
Nei til ognarskatt!!
Megna Norð­oyggjar at halda tørn við fimm…