Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisini í tínum lumma.

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein  |  25.03.2026 - 22:30 Politikkur

Føroya útflutningsvirði fyri 2025 var 13,6 mia kr, 1,4 mia. kr. meiri enn í 2024. Hóast met høgar inntøkur í landskassan hava vit hall á fíggjarlógini.

Samgongan hevur fintað seg til eitt lítið yvirskot í 2025, men er kostnaðurin fyri hetta er størri hall í 2026.

Her er onki vunnið, men rokningin fellur bara eftir valið ístaðin.

Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er enn greið: búskapurin er stinnur, men landskassin bløðir.

Tey vinstrahallu skuldseta ofta vinnuna og kapitalismuna fyri at býta ríkidømi ójavnt.

Men sosialisman verður sjáldan skuldsett fyri, at hon býtir fátækradømi so ókristiliga javnt.

Sosialisma er øvund sett í politiskt system.

Eysturríkiski búskaparfrøðingurin og nobel-vinnarin Friedrich Hayek segði: “Um sosialistar skiltu búskap, so høvdu tey ikki verið sosialistar.”

Hóast Hayek er farin, so megna sosialistar um allan heimin enn at prógva hansara orð - eisini í Føroyum.

Reyður politikkur gevur reyð tøl.

Við føgrum orðum sum ’haldføri’, ’styttri arbeiðsviku’ og ’bíligari gerandisdag’ vunnu sosialistisku flokkarnir valið í 2022.

Men fígging krevst til at halda vallyftir. Alt hevur sín prís, serliga sosialistiskur politikkur.

Eftir 3 ár hava tølini talað. Undirskotið á fíggjarlógini er útvið 1 mia. kr. – Haldføri er blivið ’hall’, styttri arbeiðsvika mundi enda við longri arbeiðslívi.

Prísvøksturin gav dýrari gerandisdag hjá føroyingum men meirinntøkur í landskassan, tí prosentvísu avgjøldini á gerandisvørum vaksa saman við prísinum.

Nú nýtt val er útskrivað, mugu vit ásanna, at útreiðslurnar vuksu skjótari enn hugflogið hjá samgonguni at skatta fólk og fæ. Men tað ber ikki til at skatta seg til vælferð.

Tú gert ikki fátæk rík við at skatta tey ríku fátæk.

Bara Fólkaflokkurin kann steðga reyðum fingrum niðri í tínum lumma.

Vel lista A

Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…