Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Barnafrádrátt.

SKRIVAÐ: Sunnvá Dahl Høgfeldt  |  25.03.2026 - 23:40 Politikkur

Ein stórur partur av okkara ungdómi fer uttanlands at nema sær útbúgving. Tað í sær sjálvum er ikki ein trupulleiki, tí vit hava ikki møguleika at bjóða allar útbúgvingar í Føroyum.

Trupulleikin liggur í, at bara helvtin av teimum koma heim aftur. Tey, ið ynskja at lesa í Føroyum, skulu hava tær bestu umstøðurnar til tað. Tí mugu vit styrka um lestrarumhvørvið og at fáa fleiri lestraríbúðir í Føroyum - sum tey lesandi og tey, ið eru í læru, hava møguleika at gjalda. Soleiðis, at tað ikki er orsøkin til, at fólk flyta av landinum.

Tey, ið fara uttanlands í lestrarørindum, skulu eisini hava okkurt at koma heimaftur til. Fyrsta avbjóðingin er bústaðarneyðin. Tað skal vera lættari hjá ungum og barnafamiljum at seta búgv í Føroyum. Tí ynskja vit at seta á stovn ein bústaðargrunn, ið veitir lán til eginfígging til fyrstuferð keyparan, so tað verður nemmari at koma inn á marknaðin.

Skulu føroyingar velja at koma heim til Føroya og búseta seg, mugu karmarnir um familjulívið eisini vera í lagi. Tí skal tað vera gott at vera barnafamilja í Føroyum. Sambandsflokkurin vil hækka barsilshámarkið til 60.000 kr. og samstundis hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. fyri hvørt barnið.

Føroyar skulu vera eitt land, sum gevur ungum møguleikar, bæði úti í heiminum, men so sanniliga eisini heima í Føroyum. Og tað er okkara ábyrgd at tryggja, at avgerðin, um at flyta heim til Føroyar, ikki verður eins torfør í framtíðini.

Sí eitt brot út Tinggáttuni, har eg tosi um júst hetta, her: https://www.facebook.com/reel/1644443270227589

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…