Lýsing
Lýsing
Lýsing

... og skip leggja tung at landi, eg fagni væl teirra fong

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  25.03.2026 - 16:00 Politikkur Tíðindaskriv

Søguliga sæð og framvegis í dag er Klaksvík  eitt fiskivinnupláss og kann av sonnum kallast okkara fiskivinnuhøvuðsstaður

 

 

Skip skulu  sjálvandi helst ikki liggja  ov nógv við  bryggju, men tað  var  hugaligt  at síggja kósabrúnna fulla av skipum í gjár.  Tað ber boð um virksemi.  Í hesum førinum vóru skipini helst komin inn orsakað av veðri.

 

Upp og niður í fiskivinnuni

Tað er neyðugt við sterkum fyritøkum í fiskivinnuni, tí tað  gongur upp og niður har.  Nógvar útreiðslur og nógvar óvissur.  Sjálv eri eg uppvaksin í umhvørvinum hjá Joensen & Olsen í Víkunum í Klaksvík og veit hvussu tað gekk har. Hvussu øll gleddist tá tað gekk væl og hvussu lagið bleiv verri, tá tað gekk verri.

 

Lokomotivið

Fiskivinnan er saman við alivinnuni  tað føroyska lokomotivið. Tað er  altavgerandi, at hesar vinnur hava góðar og tryggar karmar. Tær eru okkara lívsæðr. Heldur enn at illneitast,  um onkur vinnur pening, so skulu vit gleðast  tá tað gongst væl.

 

Vit skulu ikki revsa tey, sum skara framúr.

Øll lond hava tørv á sterkum  fyritøkum og einstaklingum, sum eiga pening og megna at skapa virksemi. Eisini um tað ikki gongur væl.  Uttan hesi  vóru vit illa stødd.  Vit skulu ikki revsa tey, sum skara framúr.  Flestu fyritøkur eru byrjaðar sum einstaklingar á dekkinum  og hava arbeitt seg upp eftir langari tíð.

Sterku privatu fyritøkurnar úti kring landið hava sera stóran týdning í nærumhvørvinum har tær eru.   Tær skapa  virksemi og eisini annað avleitt virksemi og seta nýtt  í gongd og stuðla øðrum virksemi. Tær byggja allar Føroyar, og tað vil fólkaflokkurin hjálpa teimum við. Ríkidømi skal út í hvønn krók.   

Hvat var Klaksvík uttan JFK og Palla hjá Mariannu ?  Hvat var Gøta og Tvøroyri  uttan Varðan ?  Hvat  var Fuglafjørður uttan  Havsbrún og Annfinn Olsen. Vit kundu hildið fram. Hvat vóru Føroyar uttan Bakkafrost. Latum okkum vera góð við hesi.  

 

Frá teim allarstørstu til tær allarminstu

Fólkaflokkurin fer altíð at stuðla  og skapa góðar karmar fyri øllum vinnulívi. Heilt frá teim allarstørstu fyritøkunum í landinum til tær allarminstu, so sum   frisørar, bilmekanikarar, blikksmiðir, timburmenn, handilsfólk, hýruvognsførarar. Øll hava rætt til ein virðiligan dagligdag og hava ráð til at seta føtur undir egið borð.

Fólkaflokkurin er fyri allar  Føroyar. Skal hetta gerast møguligt er neyðugt, at fólkaflokkurin fær eina dygga álitisváttan.  

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýri er einasta alternativ til før…
Varpið aðalfund
Mjølnir má vinna í kvøld!
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…