Orðblind skulu eisini hava høga raðfesting
Vit mugu og skulu sum samfelag hava ein fólkaskúla, har øll børn hava somu møguleikar at førleikamenna seg. Tí er tað alneyðugt, at karmarnir hjá orðblindum verða raðfestir nógv hægri enn í dag.
Seinast, vit útbúðu orðblindalærarar, var í 2015. Tað eru nú 11 ár síðani, og tað er als ikki nøktandi.
Í Danmark verður mett, at umleið 8 % eru orðblind.
Tað vísir greitt, at tørvurin er stórur. Tað er eitt stig rætta vegin, at Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar skeið innan inkluderandi sernámsfrøði, lesi- og skriviavbjóðingar og dysleksi.
Vit skulu tryggja, at lærarar fáa betri vitan um orðblindi við fleiri og betri skeiðum.
Tað gevur lærarum neyðugu amboðini og gevur næmingum ein veruligan møguleika at megna skúlan. Í dag verða børn í 3. flokki kannað fyri orðblindi, og tað er gott.
Nevnast kann, at umleið helmingurin av lærarunum í Orðblindalærarafelagnum eru oman fyri 60 ár, og tað vísir, at tørvurin á nýggjum orðblindalærarum er stórur. Vit mugu seta okkum eitt greitt og bindandi mál: Í minsta lagi ein orðblindalærara á hvørjum stórum fólkaskúla í Føroyum.
Í Norra hava tey orðblindavinarligar fólkaskúlar, og hesum kunnu vit læra av, heldur ov tíðliga enn ov seint.
Vit kunnu taka eitt dømi: Hava vit ein fólkaskúla við 550 næmingum, har 8 % av næmingunum eru orðblindir (við útgangstøði í donsku hagtølunum), so hava vit 44 næmingar, sum eru orðblindir. Sambært tímatalvuni, ið Førleikastovan hevur fingið, fær ein fólkaskúli við 550 næmingum 252 tímar til orðblindaundirvísning um árið. Tað vil siga, at hvør næmingur við orðblindi fær 5 tímar og 44 minuttir til orðblindaundirvísing um árið.
Lesarin kann sjálvur meta um, um hetta er nóg góð raðfesting.
Hetta snýr seg ikki bara um skúlan. Tað snýr seg um lívsmøguleikar!
Nú eru bert tveir dagar til løgtingsvalið.
Eg havi varpað ljós á orðblindi fyrr, og eg havi roynt at gjørt mítt til at hjálpa teimum orðblindu.
Tíðin er komin til, at orðblind børn fáa høga raðfesting, og hesum fari eg at kempa fyri!
X við Erling Mørkøre
Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars