Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesi 5 vórðu fyrst vald í sínum flokkum. Ongin av teimum er forfólk. | Mynd: Tilgjørd mynd.

Ikki kvøldið hjá forfólkunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2026 - 12:05 Politikkur Tíðindi

Merkisvert við fólkatingsvalinum var, at ongin floksformaður ella -kvinna fekk flestar atkvøður í sínum flokki. Í Javnaðarflokkinum stillaði formaðurin gamaní ikki upp, men tað gjørdu forfólkini í øllum hinum 4 flokkunum. Og summi teirra vóru heilt langt burturi frá at gerast nummar 1.

Í Fólkaflokkinum var Jørgen Niclasen nummar eitt við 691 atkvøðum. Formaðurin, Beinir Johannesen, var heilt niðri á 5. plássi við 441 atkvøðum – aftan fyri Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Símun Jóanesarson Hansen og Astrið Breckmann á ávikavist 2., 3. og 4. plássi.

Í Sambandsflokkinum var Anna Falkenberg sera langt framman fyri formannin, Bárð á Steig Nielsen, sum gamaní kortini varð næsti maður og tí er varafólk á Fólkatingi. Anna Falkenberg fekk 5.304 atkvøður og Bárður á Steig Nielsen einans 299 atkvøður.

Javnaðarflokkurin var ein søga fyri seg, har flokkurin stillaði upp til fólkatingsvalið við einum serskildum lista uttan formannin á. Sjúrður Skaale tók øll met og fekk 10.823 persónligar atkvøður. Signhild V. Johannesen gjørdist nr. 2 og er tí fyrsta varafólk á Fólkatingi.

Á Tjóðveldislistanum var gjørdist forkvinnan nummar 4 við 281 atkvøðum. Høgni Hoydal var fremsti maður við 1.532 atkvøðum, og honum á baki komu Jóhannis Erlendsson og Liljan Weihe og harnæst floksforkvinnan.

Og í Miðflokkinum var tað Steffan Klein Poulsen, ið fekk flestar atkvøður, 139 í tali, meðan formaðurin Jenis av Rana var nummar 2 við 97 atkvøðum. Her hoyrir tað til søguna, at av misgáum komu 6 av valevnunum ikki við á tann listan, sum fólkatingsvalevndin fekk frá flokkinum, og tað hevði møguliga broytt úrslitið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022