Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein burðardyggur landbúnaðarpolitikkur

SKRIVAÐ: Fía Selma Nielsen  |  24.03.2026 - 22:00 Politikkur

Tryggari karmar um ein burðardyggan landbúnað

Lógarverkið um landbúnaðarvinnuna eigur at tryggja, at javnvág verður ímillum frælsið hjá vinnuni at seta saman vinnutólini, og tey áhaldandi krøvini um at styrkja framleidnið. Tað merkir til dømis, at rúm skal vera fyri at skipa vinnuna í stórar eindir – um vinnan vil tað – men samstundis skal slík skipan ikki darva fríari kapping.

Karmarnir rundan um landbúnaðarvinnuna eru ikki nóg greiðir og tryggir. Fólkaflokkurin vil, at hetta verður broytt, soleiðis at aktørarnir í vinnuni tora at gera íløgur.

Fólkaflokkurin er fólksins flokkur. Vit vita, hvørja kós vit skulu seta: Vit stýra móti einum borgarligum politikki, ið leggur dent á frælsa vinnu. Tí Fólkaflokkurin er garantur fyri borgarligum politikki.

Fólkaflokkurin fer at virka fyri at:

- Smærri fyritøkur og sjálvstøðugt vinnurekandi skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so vøksturin ikki verður avmarkaður.

- Vit skulu reka ein burðardyggan landbúnaðarpolitikk, sum samstundis tryggjar vinnuligt gagn av tilfeinginum.

- Vit skulu hava ein greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur.

- Broytingar skulu gerast í lóggávuni um burðardygga ferðavinnu, so karmarnar gerast greiðari.

- Ognar- og ræðisrætturin skulu virðast. Føroyingar skulu framhaldandi hava rætt at ferðast í høgunum.

 

Vel ein sterkan Fólkaflokk.

 

X við A – Fía Selma Nielsen

 

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…