Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meðan vit bíða

SKRIVAÐ: Arnar Lognberg  |  24.03.2026 - 20:00 Politikkur

Tað er okey ikki at vera okey.

Sálarlig heilsa er ikki nakað at taka fyri givið. At ikki hava tað gott er eitt vanligt fyribrigdi, ið rakar okkum øll, eisini okkara nærmastu. Tí eiga vit ikki at fjala okkara menniskjaligheit – men heldur styrkja um hjálpina til tey, sum hava brúk fyri henni.

Fyri meg hevur tað serliga stóran týdning at raðfesta psykitariina. Børn og ung skulu fáa tað neyðugu hjálpina soleiðis, at tey kunnu hava fleiri góðar enn ringar dagar. Men somuleiðis skulu vit varpa ljós á, at vaksin eisini stríðast.

Vaksin eru eisini menniskju, og tí mugu tilboð vera til okkum. Langir bíðilistar elva til, at man gongur í fleiri ár uttan amboð at betra sín gerandisdag. Og aftaná útgreining, verður man sleptur á fjall.

Eg vil sjálvandi arbeiða fyri, at bíðilistarnir verða styttir. Men eg vil tryggja, at hjálp er at fáa allan vegin gjøgnum systemið. At vit sleppa framat skjótari og ikki verða slept, tá vit hava fingið útgreiningina. Ein pakki av pillum er ikki nóg gott.

Eg vil tryggja amboð til okkum øll – eisini meðan vit bíða.

X við Arnar Lognberg

X við Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…
- Húsarhald­ini skulu klára seg og sítt
Næmingar vitjaðu Javnaðarkafé'ina
Valgonga
Hægri valluttøka í Klaksvík kl. 14.00
Hatta eru sjálvfylgjur, Ben!