Valgonga
Uppundir val er siður, at valumboðini ganga hús úr húsi og siga frá, at tey eru uppstillaði.
Eisini plaga tey at hava kakur, karamellur og annað gott við, umftamt eina mynd ella eina áminning um, hvat teirra flokkur stendur fyri.
Hetta er hugnaligt og ein partur av ”spælinum”, tá ið um val ræður.
Norðlýsið hevur fylgt onkrum av hesum flokkunum. Hesaferð er tað Fólkaflokkurin, sum var á rundferð.
Tey hava verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyrrapartin. Síðani fingu tey ein góðan døgurðabita, ræstan fisk, arnatálg, spik frá Louis á Roykivirkinum. Omaná kaffi við heimagjørdum ísi.
Aftaná tað lá leiðin út á Sjónám, har teir vitjaðu ein flokk, sum var í hylinum og ein flokk, sum hevði undirvísing í stabiliteti, Skipstøkni.
Har var nógv áhugavert og Árni Skaale hevði ein fyrilestur um reyðæti, sum hann hevur alstóran áhuga í og vitan um.
Síðani lá leiðin norður á Umsorganarheimið, Gloria
Jú, tað tykist, sum fólk eru spent uppá valið, sum fyribils tølini eisini siga.