Lýsing
Lýsing
Lýsing

Várljóð 6. – 11. apríl 2026

SKRIVAÐ: Visith North  |  24.03.2026 - 18:20 Mentan Tíðindi

Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar  frá smáum, inniligum konsertum, til stórar, orkufullar framførslur.

 

Skráin sær soleiðis út:

  • Anna Lovisa Mýri Í Mikladals kirkju mánadagin 6. apríl kl. 16.30
  • Klaksvíkar Hornorkestur í Viðareiðis kirkju týsdagin 7. apríl kl. 20.00
  • Rani Nolsøe í Árnafjarðar kirkju mikudagin 8. apríl kl. 19.00
  • Klaksvíkar Mandskór í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 19.30
  • Klaksvíkar Mandskór í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 20.00
  • Jógvan Andrias Joensen Í Kunoyar kirkju hósdagin 9. apríl kl 20.00
  • Eyðun Nolsøe í Biskupsstøðgarðinum fríggjadagin 10. apríl kl. 20.00 – bókað borð frá kl 19.00 á bsg.fo
  • Hans Hjalte Skaale stovukonsert Undir Rókini 10 í Hvannasundi fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20.00
  • Heiðurskonsert Tey á Kamarinum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl kl 19.00 og kl 21.30
     

Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á ellisheimum, á matstovum, ja í hølum kring Norðoyggjar.

Vikan endar við tveimum heiðurskonsertum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…
- Húsarhald­ini skulu klára seg og sítt
Næmingar vitjaðu Javnaðarkafé'ina
Valgonga
Hægri valluttøka í Klaksvík kl. 14.00
Hatta eru sjálvfylgjur, Ben!
Heini koyrt tangabil í 40 ár
Veljið lista A til Fólka­tingsvalið!
18% fleiri á val á middegi
Fólka­tingsvalið: Myndarøð úr KÍ-høllini
Mjølnir má vinna í annaðkvøld!
26% fleiri á val kl 11