Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroymingtænastum
Kærleikans Vallaraheim er ein av fleiri soloútgávum hjá Steintóri Ramussen, ið er ein av Føroya mest virknu og yndaðu sangskrivarum.
Steintór er eisini kendur frá tónleikabólkunum Frændur og Kular Røtur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum.
Kærleikans Vallaraheim tók skap í 1998 og var fyrsta útgávan hjá Studio Pegasus í Klaksvík, sum Steintór Rasmussen sjálvur bygdi og rak saman við øðrum tónleikarum um aldarskiftið. Studio Pegaus varð seinni spírin til Summarfestivalin, sum fyrstu ferð var hildin í Klaksvík í 2004.
Steintór Rasmussen hevur skrivað tað nógva av tilfarinum á Kærleikans Vallaraheimi. Á fløguni eru sangir, sum lýsa gleðir og sorgir í gerandisdegnum og einstøk tøkuløg, sum eru latin í føroyskan búna.
Kendasta lagið á útgávuni, og sum føroyingar flest munnu hava tikið til sín, er sangurin Kanst tú siga farvæl.
Leingi er tað, ið væl skal vera. Endiliga kunnu føroyingar og útlendingar hoyra Millum Frændur og fleiri aðrar klassikarar hjá Steintóri Rasmussen á talgildu pallunum.