Nú strýkur vorið völl og dal
”Eg við vil syngja gleðisong, sum fuglur yvir vársins ong, og takka Guði manga ferð, mær loyvi gav at liva her.” Staddur í høvuðsborg Íslands, ein sunnudag fyri nøkrum árum síðan, leitaði eg mær hendan morgunin niðan eftir Laugavegi og Skólavörðustígi niðan í hina stásiligu Hallgrímskirkjuna. Guðstænasta og altargongd, og eftir sum eg var í fyrra lagi, væl fyri at klokkan ringdi, og preludium varð spælt, setti eg meg at blaða í sálmabókini. Var serliga forvitin eftir at vita, um íslendingar kanska høvdu lænt onkran av okkara sálmum, og flutt hann yvir á íslendska tungu. Jú, mín sann. Sálmur no. 765. ”Nú strýkur vorið völl og dal.” Kristján Valur Ingólfsson týddi eftir Tummasi Napoleon Djurhuus og Knút Olsen setti lag til sálmin.
Tummas lænti og flutti hann leysliga av týskari yvir á føroyska tungu úr Frau Musica hjá Martini Luther, har hann er brot sum byrjar soleiðis: ”Die beste Zeit im Jahr ist mein.” Flestu kór í Føroyum, við virðing fyri sær sjálvum, hava havt sálmin ”Nú strýkur vár um heimlandsvøll” á sangskránni, og í sálmabók okkara er hann no. 694 – í Uppískoytinum. Spell var tað, at hin hendinga gávaði Tummas ikki fekk eitt drúgvari tíðarmál í jarðiska lívinum at dugna mentan og tungumáli okkara.
Grækarismessa er ein av nógvum messum í árinum. Og sum allar hinar hevur hon sína serligu søgu. Aðrar dimensiónir hava við tíðini lagt seg uppat hesum degi, eisini her hjá okkum, men upprunin er, sum hann aloftast er tað, - katólskur.
Dagurin er uppkallaður eftir Grækaris hinum Stóra. Hann las løgfrøði og gjørdist síðan embætismaður í Roma. Seinri fór hann í kleystur, og har byrjaði ein kirkjulig yrkisleið, sum bar hann uppá tindarnar. Alrahelst er hann ein hin íðnasti pávin nakrantíð. Serliga kendur fyri at hava kynt hina katólsku læruna millum hitt germanska fólkið, og fyri at hava framt leiklutin hjá italska høvuðsstaðnum, sum tátíðarinnar heimsins nalva, í kirkjuni. Harafturat er hann serliga kendur fyri at hava ment læruna um reinsanareldin, fyri at hava styrkt um dyrkanina av halgimennum og ikki minst fyri at hava knæsett hin sokallaða gregorianska kirkjusangin í katólsku kirkjuni.
Tað er lítið eftir av hinum katólska týðninginum í Føroyum. Dagurin hevur ístaðin fingið ein tjóðskaparligan og natúruvinarligan týðning her á landi. Og maðurin, sum vit serliga hefta okkum við í hesum sambandi, er stóri fuglavinurin úr Kirkjubø, Sverri Patursson, sáli. Í øðrum lagi er tað hin týðningarmikla skótarørslan, sum, saman við Sverra, hevur gjørt hendan dagin so serligan í føroyskum fólkalívi.
Á Pætursmessu verður vanliga hildið, at hendan serliga árstíðin – várið – er í hondum. So serliga lívgevandi – tað sprettur á fold og spírar, fuglurin fyrireikar seg til eina lívfrøðiliga endurnýgging og ærnar trútna, nú nakað er eftir til lembing. Og so er tað serligi fuglurin haematopus ostralegus – tjaldrið – sum gjørdist onkarfuglur okkara. Kimiligur, vakur, snjallur, kvikur og flottur á flogi. Tað mundi vera frægi kappin Nólsoyar Páll, sum helst var atvoldin til, at júst hesin frælsi fuglurin gjørdist ein national ímynd. ”Latið tí tjaldrið ei sleppa á sjógv! Tjóðrið tað á landi! Ristið fót og skerjið vong! So er eingin vandi.” Tíðin var sum í einaræðislondum, yrkjast mátti í fluttum merkingum, og ongin ivast í symbolikkinum, og heldur ikki hvønn ið tjaldrið umboðar. Hin kendi Tjaldurssangurin, sum var yrktur undir dulnevninum Tormaður, var prentaður í Tingakrossi hin 11. mars í 1908. Yrkjarin er ikki sørt hvassur, m.a. í hesum ørindinum: ”So langt er her enn, til ein frælsis sól/kann summar um landið alt ala, tí fólkið enn svevur sín vetrarblund; so seint búgvast spírur at næla.” Seinri frættist, at tað var Jákup Dahl, sum 10 ár seinri gjørdist Føroya próstur, ið hevði sett orðini saman. Smá stórthundrað ár seinri mega vit kortini ásanna, at hann var í meira lagi pessimistiskur, og ikki minst próstinum sjálvum fyri at takka, hevur tað gingið stútt og støðugt framá í Føroyum.
Hvat heldur tú um okkum?
Vit rópa okkum tjóð
á flaggdegi um várarnar, tá tjøldur setast móð.
Hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár,
sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár,
hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar?
Frændurnir eystanfyri Djúpini politiseraðu eisini tjóðfuglin, og alt meingið í máli og mentan er uppi á politiska aldukambinum, nú trý val standa fyri durum, dag um dag, um eina stóra viku. Fólkatingsval, val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráð og løgtingsval. Eitt tjóðarting er sjálvur grundvøllurin undir einum umboðandi fólkaræði. Skilagott og hyggið skal tosast um mál, sum eru tjóðini viðkomandi og til frama - og burturúr hesum koma lógir og kunngerðir.
Ein og hvør kann í sínum egna forstandi meta um tað sjáldsama privilegium, sum tað er, at velja tvey umboð í eitt útlendskt parlament. Tað staðfestir bara enn einaferð ta politisku discount støðu, sum tjóðin framvegis húsast í. Líkamikið hvar ið vit ferðast í andaliga sferuni, kennist tað sum ein tryggleiki, at fólkakirkjan ikki kákar so nógv um síni val, tign má standa um dýrabaru kristnu virðini.
Hinvegin eru tað nógvir Niklassynir look-alike í politisku valdystunum. Sum tað stendur í Brókatátti: ”Allir teir, á bátinum vóru, egndu fyri kalva, uttan Jóannis Niklasson, hann egndi fyri seg sjálvan.” Í minni mun snýr tað seg um samfelagið og gagnið, vit øll kunnu fáa burturúr sessunum, ið nú skulu mannast. Indvidualiseringin og sjálvsøkni hava hertikið føroyskan politikk, flokkarnir eru at kalla ikki til, og størri parturin av valevnunum egnir bara fyri seg sjálvan. At skifta flokk, at lata seg úr einari stevnuskrá í aðra, er eisini vorðið sum at skifta stúku, táið sveittin hevur verið í meira lagi tráur í eina tíð, og ambitiónir vaksa sum kunnugt út um stevnuskráir í hugsjónarleysum tíðum.
Valið er kortini okkara, og bert vit gera av, hvør ið skal manna parlamentarisku ódnirnar í mesta lagi tey næstu fýra árini. Gott val – líkamikið hvar í politiska litbrigdinum, tit nú einaferð ferðast.
Fyri fáum døgum síðan fylti Skótafylki Sigmunds Brestissonar hundrað ár – hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Teir hava ikki sitið á hondunum, stovnararnir, tí tað var ikki fyrrenn í 1907/08, at Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna, eftir at hann hevði verið úti á Browns oynni við eini royndarlegu saman við 20-21 dreingjum. Endamálið var agi, - disciplin. Ungdómar skuldu mennast við ábyrgd, gerast sjálvstøðugir einstaklingar í Guðs fríu natúru. Patruljuskipanin var avgerandi, og meginreglur um skyldur, vinarløg og virðing fyri natúruni vóru í hásæti.
Hóast samskifti og ferðing ikki kunnu sammetast við hent- og møguleikarnar í okkara tíð, so ganga tað bert smá 20 ár frá royndini hjá Baden-Powell í Ermarsundi fram til stovnanina her í Havn, táið fyrsta skótafylki í Føroyum sá dagsins ljós. Sterk var grundin laðað, og táið vit síggja myndir av gomlum skótum í uniformi, ovarlagað við Havnará, ivast ein ikki í, at júst skótalívið hevur myndað teir í stóran mun.
Skótin er altíð sannur í talu og atferð, hann er trúgvur, hjálpsamur, góður vinur, høviskur í øllum lutum, djóravinur, lýðin, sparin og røkin og reinur í huga, orðum og gerðum. Hetta er lógin, og lyftið er: ”Við æru míni gevi eg tað lyfti: At eg eftir førimuni skal vera trúgvur móti Guði og landi mínum. Vera hjálpsamur móti øllum og at halda skótalógina.”
Skótalógin er ein stevnuskrá, sum vit øll skulu hava okkum fyri eyga, hvønn dag, hóast ikki øll, alla tíðina, megna at liva upp til ásetingarnar. Um míni svæði var gula skótarørslan virkin í mínum óvitaárum. Gongdin hevur verið skiftandi, men børn míni hava eisini verið partar av rørsluni. Seinri kastaðu grønu og gulu skótarnir saman í ein felagsskap, sum heldur til sum grønir skótar í stásiliga skótahúsinum við Løkin.
Eitt framúr minni frá mínari tíð sum skóti er frá einari legu Heima á Sandi. Í tí Harrans árinum - 1968. Var tá 12 ára gamal. Umframt at heimsins ungdómur var í bylting, kollideraðu Ternan og Ritan uttan fyri Molan í Havn hetta sama várið. Másin varð settur í siglingina um Skopunarfjørð við legendariska skiparanum Fríðriki Heinesen – undir føroyskari reyðhúgvu. Útróðrarbáturin Lisshøvdið, sum formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, Frits Olsen, átti, varð settur í sigling fyri Eystan Múla í staðin. Burtur úr hesum kom Ritukvæði hjá Kjartani Hoydal og Harkaliðnum.
Skótalið Grím Kambans og skótalið Nólsoyar Páls í Klaksvík tóku saman um eina legu hetta árið – um mánaðarskfitið juni/juli, og komnir til høvðsborgina við mjólkarbátinum fóru vit av Havnini við Másanum til Skopunar. Haðan við bussi Heim á Sand. Settu tjøld upp við Mølheyggjarnar, men helst hava vit ikki lurtað nóg væl eftir veðurberætninginum, tí bráðliga brast hann á við kolandi stormi. Lunnar brustu og jørðin skalv, pelarnir loysnaðu og tjaldini syftust um allan sandin, men táið neyðin er størst er hjálpin næst. Heimasandsfólk hýstu okkum í gamla skúlanum í bygdini. Í tríggjar dagar. Tá makaði hann vindin, og tað gjørdist ein lega, sum vit ongantíð gloyma, hvørki vit - tíansheldur klaksvíkingarnir. Nú ein skopuningur hevur vunnið Norðurlendsku kykmyndavirðislønina kann nevnast, at vit tann eina dagin gingu til grannabygdina fyri norðan og sóu hin kimiliga Zorro á løriftinum í Skopunar Bio. Nú havi eg í arbeiðsørindum siglt um tað mesta av heiminum, men hendan skótalegan Heima á Sandi er tann einstaka hendingin, sum stendur millum tær fremstu í mínum hugaheimi. So virðismikið er skótalívið.
Føroya skótar fram,
stríðist hvør, ið kann,
tú sum eg, beinan veg
fyri S. S. B.
Sunnudagsløtan í Hallgrímskirkjuni fer ikki frá mær, og eg hoyri enn sangin fyri mær:
Nú strýkur vorið völl og dal
svo vökna brár í fjallasal.
Nú lifna grös um laut og börð,
sjálft lífið vekur freðna jörð.
Tummas Napoleon Djurhuus eigur eisini hesi orðini:
Sum lindir av flótandi málmi,
sum gløður, ið kykna á essu,
sum myndir í dómadagssálmi,
sum møl við blóðreyðum brimi
myndast á eysturhimi
morgun á Grækarismessu.
Takk fyri møguleikan og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum hjá føroysku skótarørsluni.