Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Javnaðarflokkurin tekur í valskrá síni frástøðu frá nøkrum av sínum egna politikki, men endurtekur eisini nøkur vallyfti, sum ikki vórðu framd. | Mynd: Javnaðarflokkurin.

Javnaðarflokkurin vil ikki minka blokkin meira

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2026 - 10:58 Politikkur Tíðindi

... tá tað er hall á fíggjarlógini. Og har Fólkaflokkurin bjóðar nýklaktum foreldrum 20.000 skattafríar krónur fyri hvørt barnið, ið sett verður í verðina, bjóðar Javnaðarflokkurin 25.000 fyri fyrsta barnið og 15.000 fyri tey eftirfylgjandi – tað stendur ikki, um peningurin er skattafríur. Í greinarøðini um valskráir hevur Norðlýsið hesaferð blaðað í valskránni hjá Lista C.

Barsilsúgjaldið skal hækkast, og foreldur skulu fáa 10 ”umsorganardagar”, fram til at barnið er 7 ár. Somuleiðis skal ein kunna fáa umsorganardagar at passa eldri (her stendur ikki hvussu nógvar), og at man skal fáa betri samsýning fyri tað. Tímalønt skulu eisini javnsetast við fastlønt í sjúkradagaskipanini. Landsroyndirnar í skúlanum skulu avtakast, sigur flokkurin eisini.

Tað sær út til, at Javnaðarflokkurin vil halda hurðina opna fyri samgongu við Sambandsflokkin komandi val, tí valskráin sigur, at flokkurin ikki vil lækka blokkstuðulin enn meira, og eiheldur yvirtaka dýr málsøki, so leingi hall er á fíggjarlógini. Hetta eru heilt øðrvísi tónar enn í farna valskeiði, har blokkurin varð lækkaður á hvørjum ári hóast stór hall í landsbúskapinum.

Blotnað er í ynskinum um hægri pensjónsaldur. Nú skal hann gerast smidligari og vera ymiskur alt eftir borgaranum og hansara arbeiðslívi. Og hesa ferð skulu fakfeløgini takast við, stendur í valskránni. Tað sama, ein bleytari formulering, ger seg galdandi um Suðuroyartunnilin. Nú eitur tað seg, at ”VIT VILJA – bora Suðuroyartunnil um tað er fíggjarliga ráðiligt”.

Men eisini endurtikin vallyfti eru við, hóast flokkurin hevur sitið í samgongu í 4 ár og ikki loyst málini. Javnaðarflokkurin lovar enn eina ferð at ”seta hol á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna”; nakað sum miseydnaðist púrasta inniverandi valskeið, tí samgongupartnarar vóru ímóti. Tað má so merkja, at Javnaðarflokkurin fer eftir aðrari samgongukonstellatión hesa ferð. Ein annar gamal travari, ið er grivin upp aftur, er skattafrádráttur fyri fakfelags-limagjald, og ein triði travari er campusverkætlanin, sum eisini verður lovað enn eina ferð.

Øll valskráin hjá Javnaðarflokkurin sæst við at trýsta her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Lýsing