Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.03.2026 - 06:30 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður toppdystur í Klaksvík.

KÍ og NSÍ verða mett av teimum flestu at enda í topp 3 í ár. Bæði vunnu í 1. umfari, so nú verður avgjørt, hvør skal vinna seg trý stig framum, ið søguliga sæð ofta hevur víst seg at hava stóran týdning.

Hjá KÍ eru René S. Joensen og Robert Williams skaddir. Síðani er ivamál um Mark F. Jensen, Gilla R. Sørensen, Mark Gonzalez, Deni Pavlovic og Hall Hansson, meðan Jean Carlos ikki er komin til landið enn. Hjá NSÍ er stóri spurningurin, um Brandur H. Olsen verður tøkur. Hann spældi ikki seinast, tí hann fekk trupulleikar í knænum. Seinast vóru Beinir Nolsøe, Betuel Hansen og Filip Drinic heldur ikki við.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lýsing