Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt fyrsta heim

SKRIVAÐ: Hans Jákup Langgaard  |  14.03.2026 - 20:43 Politikkur Tíðindaskriv

Politikkur snýr seg ikki bara um tøl og skipanir. Hann snýr seg eisini um møguleikar. Møguleikin, at keypa sítt fyrsta heim, eigur ikki at vera ein dreymur fyri tey fáu – men ein veruleiki fyri tey viljandi.

 

 

Eftir Hans Jákup Langgaard, valevni fyri Sambandsflokkin til Løgtingsvalið

 

Í Føroyum er tað vorðið alsamt truplari hjá ungum fólkum og vanligum familjum at keypa sítt fyrsta heim. Húsaprísirnir eru hækkaðir nógv tey seinastu árini, samstundis sum bankarnir krevja eina stóra eginfígging. Hetta merkir, at nógv, sum annars hava støðuga arbeiðsinntøku og kunnu rinda lán aftur, ikki sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

 

Í dag krevja bankarnir vanliga, at keyparar hava minst 5% í eginpeningi. Fyrstuferð keyparar hava ofta ilt við at savna hesa upphæddina. Tað kunnu lættliga verða fleiri hundrað túsund krónur, sum skulu leggjast á borðið, áðrenn ein banki vil fíggja restina.

Tað merkir í veruleikanum, at nógv ung verða verandi á leigumarknaðinum í nógv ár, hóast tey í veruleikanum kundu átt sítt egna heim.

Sambandsflokkurin vil tí seta á stovn ein bústaðargrunn á 200 milliónir krónur. Grunnurin skal hjálpa fyrstuferð keyparum við einum láni upp til 5% av keypsprísinum – tó í mesta lagi 200.000 krónur – til eginfígging.

Hetta er ikki ein gáva frá landinum. Tað er eitt lán, sum skal rindast aftur. Munurin er, at tað gevur fólki ein møguleika at koma inn á bústaðarmarknaðin nógv fyrr.

Ein slík skipan er kend úr fleiri londum, har hon hevur víst seg at hjálpa ungum familjum at fáa fótafesti á bústaðarmarknaðinum. Samstundis er talan um eina avmarkaða og ábyrgdarfulla loysn, tí lánini verða goldin aftur og kunnu sostatt hjálpa næstu keyparunum.

Vit mugu hava ein bústaðarmarknað, sum eisini er opin fyri teimum, sum eru í byrjanini av sínum vaksna lívi. Føroyar hava brúk fyri ungum familjum, sum seta búgv, byggja sítt lív og skapa framtíðina her.

Politikkur snýr seg ikki bara um tøl og skipanir. Hann snýr seg eisini um møguleikar. Møguleikin, at keypa sítt fyrsta heim, eigur ikki at vera ein dreymur fyri tey fáu – men ein veruleiki fyri tey viljandi.

 

X við Hans Jákup Langgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
Lýsing