Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystinum

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  14.03.2026 - 21:19 Ítrottur Tíðindi

3-0 gjørdist endaliga støðan á Tórsvølli, í stórsteypadystinum millum KÍ og HB. Við hesum hevur KÍ lagt væl frá landi, nú farið verður undir landskappingina komandi sunnudag.

Tað var ein greiður sigur, har KÍ var omaná størsta partin av dystinum. Eina løtu í byrjanini hevði HB nøkur hornaspørk, ið komu tætt inn undir málið, men Óluva Joensen var tryg í feltinum.

Fyrsta málið kom stutt fyri hálvleik, eftir at Sólja Ernstdóttir hevði lagt inn fyri, og úr stuttari fjarstøðu legði Durita Hummeland KÍ á odda.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, tá ið bólturin aftur lá í málinum hjá HB.

Eftir innleggi frá Tórun Joensen, sum ferð eftir ferð rann seg leysan í vinstru síðu, kundi Maria Vinjardsdóttir Johansen smekka til og leggja bóltin heilt út við stongina, so málmaðurin hjá HB ikki kláraði at bjarga.

Í 73'inda minutti var Durita Hummeland enn einaferð á rætta stað og gjørdi tað til 3-0, eftir uppleggi frá Eyðvør Klakstein.

Sunnudagin 22. mars fer landskappingin av bakkastokki, og tá skal KÍ møta 07Vestur á útivølli.

Norðlýsið ynskir KÍ hjartaliga til lukku við stórsteypinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Lýsing