Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovugarðinum"

SKRIVAÐ: Rani Nolsøe  |  15.03.2026 - 08:47 Mentan Poddar Tíðindi

Ein dagin - helst seinast í 1920-árunum - tá Andrias í Stovugarðinum var burturi í haga, kom hann ongantíð afturíaftur. Nakað seinni rak ein heimagjørdur fjallstavur upp á Viðareiði, og tá helt ein kona har norðuri fyri, at tað var stavurin hjá Andriasi. Andrias var abbi tónleikaran, telvaran og postboðið Petur Hans Poulsen, sum vit tosa við í dag

 

Allan mín barndóm minnist eg hvussu langur vegurin niðan á Uppsalar var, og eg kendi ongan har uppi.

Men tá vit í 1975 eftir nøkur ár í Havnini flutti norður aftur til Klaksvíkar, var Klaksvíkar Talvfelag eitt tað fyrsta eg fór uppí. Tí tá var eg blivin fullkomiliga bitin av telving.

Í talvfelagnum møtti eg Steintór Rasmussen, Haldur Súna Johansen, Rana Hansen, Heðin og Sofus Baldvinson, Dánial Ennistíg, Símun Absalonsen, Jákup Mikkelsen, Vagn Heldarskarð, Sørin Urnhamar, Perry Poulsen og allar hinar, sum ikki eru nevndir her og heldur ikki gloymdir.

Men stóra stjørnan var formaðurin og uppsalamaðurin Petur Hans Poulsen.

Og so vísti tað seg, at vit høvdu bæði telvingina og gittarina til felags, tí Petur Hans var nevnliga ein av Føroya bestu gittar spælarum og ein hollur telvari.

Tey árini í 1970’unum telvaðu vit nógv og ferðaðist um alt landið. Mótstøðan var hørð og vit vóru tað man kallar eitt elevatorlið - millum bestu og næstbestu deildina.

Men hørð venjing og gott ungdómsarbeiði hjá Petur Hans førdu skjótt við sær, at vit fóru frá at vera eitt elevatorlið til at gerast eitt FM lið, Serliga tá ein telvari sum Heini Olsen var komin fyri seg.

Tey árini sat Petur Hans á fyrsta borði, Steintór á øðrum og eg á triðja. Á fjórða borði høvdu vit til skiftis Haldur Súna og viðhvørt Rana Hansen við.

Mangan, tá vit komu aftur til Klaksvíkar av talv ferð runt landið, fóru vit niðan til Petur Hans at gjøgnumganga og analysera talvini, sum telvarar eru vanir at gera.

Soleiðis kom eg at gerast kunnugur við Stovugarðin, sum er ættarhúsið hjá Petur Hans.

Foreldrini vóru Poul Jóhan og Annifía.

Hann var bóndi og smiður og umframt seyðin høvdu tey trý mjólkineyt. Tá í tíðini var tað vanligt at fólk komu við spannum og keyptu mjólk.

Annifía var úr innistovu í Vági og passaði húsið, og eisini har var nokk at síggja til.

Tí longu í 1931 kom Hans í verðina og honum á baki komu Jóna í 1932, Andras í 1936, Ragna í 1938, Súna í 1939, Kirstin í 1942 og Jógvan í 1944, áðrenn forty-ninarin Petur Hans legðist aftrat.

Petur Hans greiðir frá, at tað var gott at vera barn uppi á Uppsulum og tey vistu akkurát hvussu langa tíð tað tók at koma oman til tey ymisku støðini niðri í býnum.

Til dømis tók tað presis sjey minuttir at renna oman í skúlan, so tað var als ikki nakar trupulleiki at búgva so fjarskotið og álíkavæl at møta til alt tað sum var neyðugt niðri í Klaksvíkini.

Ongastaðni lá so væl fyri at standa á skí um veturin sum uppi á Uppsølum, so kavakløddu undanberkkurnar vóru eitt paradís hjá børnunum.

Var man innandura vóru talv og ymisk borðspøl á skránni. Petur Hans minnist, at tað var Edvard Olsen niðri á Nýggjavegi, sum særdi seg mannagongdina í talvi. Tá næstan ófatuligu avrikini hjá amerikanska telvaranum Robert Fischer blivu kend um allan heimin í 1970, beit ordiliga á hjá Petur Hans.

Uppsala dreingir vóru eisini góðir fótbóltsleikarar. Teir høvdu felagið UB saman við Edvard og Kristoffur og øðrum niðri á Nýggjavegi og spældu móti hinum býlingunum í Klaksvík.

 

 

Stovugarðurin

Hann sigur, at Stovugarðurin varð til í 1704, tá Berint yviri í Gerðum festi tær tvær merkurnar av kongsjørð, sum fullu til hansara.

Kona Berint, Anna, var av Oyri í Eysturoy. Av tí at tey vóru barnleys, høvdu tey eitt barn hjá beiggja Annu til fosturs. Tað var Jákup Poulsen, sum tók við festinum eftir fosturforeldrini. Jákup búði yviri í Gerðum.

Tað vil siga, at ættarbondini á Stovugarðinum ikki eru yvir í Gerðar, men kunnu førast aftur til Oyrar í Eysturoy.

Leggjast kann aftrat, at hesin oyramaðurin Jákup megnaði saman við øðrum at grava seg leysan í skalvalopinum í 1745 í Gerðum. Verri gekst í tí seinna skalvalopinum, tí tá doyðu bæði Jákup og konan.

Annars skrivar Símun, at býlingurin Uppsalar gongur aftur til áleið 1500. Áðrenn tað hava fólk búð Niðri á Toftum, men av ymiskum orsøkum eru tey so flutt niðan á tann lítla flatan, sum fekk navnið Uppsalir.

Símun Hansen skrivar eisini, at navnið Uppsalir, sum í Klaksvík altíð hevur verður framborið Ussalar, er væl kent í øllum norðurlondum og merkir ‘salurin’ ella ‘húsið’, ið liggur høgt uppi. Eru vit stødd Niðri á Toftum, gevur tað navnið góða meining.

Í 1500 talinum verða so býlingarnar Uppsalir, Gerðar og Vág, sum allir eiga jørð við Borðoyarvík, nevndir.

Og so gongur tíðin og vit koma fram til Andrias, sum fór burtur í haga og ongantíð kom aftur.

Tá elsti sonur hansara, Hans Andrias, druknaði norðuri í Hvannasundi í 1925, hóast hann var tiltikin góður svimjari, endaði tað við, at pápi Petur Hans, Poul Johan, tók við festinum.

Magdalena, ein systur Andrias, giftist út í Grótið við Jógvan í Grótinum, og tí er tað kanska ikki so undarligt, at tey uppi í stovugarðinum og úti í Grótinum hava so nógva telving í felag, tí telvararnir Petur Hans og Steintór eru trímenningar.

Ein onnur systur var Gitte, sum giftist til Sørvágs við Jørgen Hendriksen. Tey fingu eina dóttir sum eisini kallaðist Magdalena. Har bar tað so á, at tá Magdalena einaferð kom til Danmarkar, møtti hon hvørki meir ella minni enn beiggja Petur Hans, Andreas Martin, og blivu tey gift.

Petur Hans greiðir frá, at tað vóru nógv hús uppi í Uppsulum: Vátutoft, Stovugarðurin, Í Køkinum, Heimistova, Antinishús, á Dalinum, í Geil, Árantstova og á Dunga.

Eitt nú var Uppsala-Pætur av Dalinum.

Uppsalar vóru eisini leingi tann stórsti býlingurin, tí ein sløk helvt av fólkinum hevur búð har uppi.

Onkur tráður gongur úr Stovugarðinum og út í Víkarnar, har eg siti og skrivi hesar linjur. Tí Jákup á Dalinum, sum var pápi Andrias, var maðurin sum bygdi Hvíthús, sum var barnaheimið hjá mammu mínari.

Annars minnist Petur Hans eina søgu, sum hann hoyrdi um pápabeiggjan Hans Andrias, sum druknaði í Hvannasundi. Tað var ein dagin hann var til arbeiðis, at hann hitti Kára Poulsen. Kári segði honum, at einaferð hann var og vitjaði mammu sína á ellisheiminum kom hann í prát við eina eldri konu. Hon segði at hon ongantíð var blivin gift, tí einaferð hevði hon verið trúlovað við einum drongi í Klaksvík, sum brádliga doyði. Og tað bar so á, at tá hon ikki kundu fáa hann, so skuldi tað ikki vera nakar. Og hesin drongur var Hans Andrias, sum druknaði í Hvannasundi.

 

Tónleikurin

Stovugarðurin vóru holl bóndahús í eini 260 ár, tá tey litríku og flipputu 1960-árini raktu við hjá tí næma og musikalska eftirnølaranum í húsunum.

Tá Petur Hans var blivin konfirmeraður gjørdi hann sum nógvir aðrir tá á døgum. Hann fór beina leið oman til Thule bókhandil og keypti sær sína fyrstu kassa gittar.

Tá hann nakað seinni arbeiddi úti á Dávavirkinum legðist ein el-gittar aftrat, og afturvið tí sensationella ljóðinum hjá gittar legendinu Hank B. Marvin, sum í roynd og veru var hann, sum lærdi evropearar at spæla uppá el-gittar, gjørdist Petur Hans tónleikari fyri lívið.

Útvarpslurtið í Stovugarðinum var fyrsti forsterkarin.

Nógvur tónleikur var í Stovugarðinum. Stóribeiggin Hans spældi uppá harmoniku og bróðurin Andras Martin spældi í hornorkestrinum.

Plátuspælari kom tíðliga í húsið og systrunum dámdi væl tónleik. Hartil keypti Jógvan ein bandupptakara í 1962.

Stóra hittið var Frøken Johansen. Hann bleiv spældur so nógv, at mamma Petur Hans segði, at pápin sang hann í svøvni.

Teir vóru ofta í Antinishúsi, har Óli og Jóannes búðu. Har vóru nógvar og annarleiðis plátur, og har varð lurtað nógv. Vinmenn hjá Petur Hans, Regin og Sigbrand, komu eisini nógv har.

Har byrjaðu teir at spæla saman. Óli hevði keypt eina bass gittar og ein forsterkara. Hann róði út og hevði ráð til tað. Forsterkarin hevði tríggjar inngangir og alt bleiv koyrt ígjøgnum teir. Bassur, rytmu gittar og solo gittar.

Har - í roykstovuni í Antinishúsi - vandi teir so og var tað byrjanin til tað heila.

Seinni fingu teir navnið Swallows og spældu fyrstu ferð í Atlantis á jólum 1965. Og so komu Birds frá 1966 og teir gjørdust húsorkestur.

Tá var Niels í Horni komin uppí orkestrið og teir allir gjørdust vinmenn fyri lívið.

Hoyr samrøðuna við Petur Hans niðanfyri. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Lýsing