Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið óstøðug luft rekur ímóti Føroyum, er loftið vanliga smá- ella hálvskýggjað, og onkunstaðni tung bøklaskýggj (cumulunimbus), sum geva okkum nógv avfall lokalt í grovum ælum – eisini kallað skúrar. Hendan myndin er tikin fríggjadagin í farnu viku, og hon vísir sera væl óstøðuga luftrákið vestaneftir. Eystan fyri Stóru Dímun er ein skúrur við kava- ella heglingsæli, meðan tað í hinum støðunum á myndini annaðhvørt er klárt ella smáskýggjað og einki avfall ella ælaveður við regni ella kava. | Mynd: Anfinn Frederiksen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.03.2026 - 18:40 Tíðindi Veðrið

Tað fer ikki at vera kuldi og kavi í vikuni sum kemur. Ikki tí, árstíðin er til tað. Men ættin fer at liggja millum sunnan og vestan, og hitalagið millum 4 og 9 stig. Onkra náttina niður í 2 stig í hæddunum. Tað fer ikki at geva okkum annað enn hvítar fjallatindar (har teir eru høgir) og onkra hálkuávaring á morgni frá Landsverki.

Fyrru helvt av vikuni upp í hvassan vind ein stóran part av tíðini, men sum heild millum frískan vind og strúk – t.e. 8 til 13 m/s. Eitt sindur at avfalli fer at koma niður, næstan alt sum ælaveður. Einki stórt og tungt brúgvalag sæst ætla sær hendaveg næstu 5 dagarnar ella so, men tó okkurt veikari brúgvalag onkra løtuna, sum tó ikki verður so drúgv.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Í morgin (mánadagin) byrjar dagurin við frískum loti til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum út á fyrrapartin veksur upp í frískan ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skiftandi skýloft og ælaveður, tó sum frá líður longri ímillum ælini. Seint seinnapartin minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Tá líður á kvøldið veksur vindurin til frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og eitt skifti regn. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin er frískur vindur upp í strúk sunnan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Hitin 4 til 9 stig.

Mikudagin er frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig, um náttina niður í 2 stig.

Hósdagin er frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni veksur hann upp í frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin er frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð