Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klárt til konsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  15.03.2026 - 13:35 Mentan Tíðindi

Føroya Symfoniorkestur riggar til - Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í dag kl. 16:00

Klárt verður til konsert kl 16 í dag til fulla manning á 60 tónleikarae, sigur Helgi í Brekkunum, stjóri á Føroya Symfoniorkestri.

Hann sigur, at konsertin í Tórshavn var góð í gjár, men tey gleða seg nógv til konsertina í dag, tí bæði ljóðgóðskan í Varpinum og flyglið eru betri í Varpinum, metir hann.

Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

Nýggjur dirigentur - Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel, flygil (FO) 
Nær: Sunnudagin, 15. mars kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.

Vit hava nógv at gleða okkum til!

Varpið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Lýsing