Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til sjúklingar
Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag hava seinastu 4 árini havt møguleika fyri at senda giktasjúklingar og psoriasissjúklingar av landinum til klimaviðgerð. Hetta er ein møguleiki, sum Giktafelagið hevur stríðst fyri, og sum vit eru takksom fyri er blivið játtað á løgtingsfíggjarlógini.
Nógvir giktasjúklingar fáa góða hjálp gjøgnum heilivág, men tíverri finst ein rættiliga stórur bólkur av fólkum, har heilivágurin ikki hjálpir ella har sjúklingurin ikki tolir heilivágin. Fyri hesar sjúklingar er klimaviðgerð einasti møguleiki fyri at kunna fáa eitt sámiligt lív.
Giktafelagið er ikki ført fyri at meta, hvørjir sjúklingar hava størstan tørv fyri neyðini at fáa bjóðað klimaviðgerð. Tí hevur felagið gjørt avtalu við ein lækna, sum bæði móttekur og gjøgnumgongur allar innkomnar umsóknir og hevur viðtalur við allar umsøkjarar. Út frá einari heildarmeting av tørvinum hjá øllum umsøkjarum, avgerð læknin, hvørjir umsøkjarar fáa tilboðið klimaviðgerð og ikki.
Tíverri fær Giktafelagið nógv fleiri umsóknir um klimaviðgerð, enn vit hava játtan til, og eins og undanfarin ár, hevur læknin mett, at nógv fleiri umsøkjarar eru, sum áttu at fingið tilboð um klimaviðgerð.
Giktafelagið vil tí inniliga heita á øll, sum stilla upp til løgtingsval, um at hava klimaviðgerðina í huga í valinum, og ikki minst at arbeiða fyri einari øktari játtan, soleiðis at fleiri, sum hava tørv á tí, fáa møguleika at fáa viðgerð.
Giktafelag Føroya