KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
NSÍ átti kanska munin í málmøguleikum, tá KÍ og NSÍ spældu 1-1 javnleik í Klaksvík.
Í dag skuldi KÍ til fyrstu ordiligu royndina, tá NSÍ vitjaði. NSÍ var skert, tí teirra besti leikari, Brandur H. Olsen, ikki var tøkur vegna skaða. NSÍ spældi við einum sera álopskendum liði, har m.a. Marius K. Lindh og Aron Knudsen, sum vanliga hava spælt mest sum álopskendir kantar, spældu sentralt á miðvøllinum.
NSÍ við yvirlutan – KÍ skoraði
NSÍ og Aron Knudsen høvdu teir stóru málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, har stongin var fyri einu ferðina, men tað var KÍ sum fekk einasta málið. Árni Frederiksberg kom at standa leysur í vinstru síðu, legði góðan bólt innfyri til Páll A. Klettskarð, sum stýrdi innlegginum í málið.
Megnaðu ikki at fylgja við leikferðini
Dysturin var merktur av høgari leikferð, har leikararnir løgdu sera nógv fyri. Men har fótbóltsspælið als ikki fylgdi við og kanska skyldast tað eisini, at talan er um ein dyst tíðliga í kappingini. NSÍ fekk javnað, tá Petur Knudsen sendi fríspark beinleiðis í málið. Eftir hetta vóru fáir málmøguleikar. Daniel Johansen skeyt eitt gott fríspark, sum Kristian Joensen bjargaði, og móti endanum skallaði Michal Przybylski uppum úr góðari støðu. Móti endanum fór Odmar Færø út við skaða og fyri KÍ er at vóna, at talan ikki er um álvarsaman skaða.
Betri úrslit fyri NSÍ
NSÍ var á útivølli við einum liði við nógvum broytingum ímun til í fjør, meðan KÍ spældi við nærum sama liði, ið tí skuldi verið betri samanspælt. Men KÍ fekk ongantíð sett seg á dystin og tað sá heldur ikki út til at verða til fyrimun fyri KÍ, tá dysturin í løtum var sera kropsligur. Hinvegin var verjuspælið hjá báðum liðunum gott, har serliga báðar miðverjurnar stóðu sterkar í myndini.