Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesi eru millum kendu andlitini, ið ikki verða at síggja á Løgtingi eftir komandi val. | Mynd: Wikimedia Commons og Løgtingið.

Politiska landslagið í broyting

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen  |  08.03.2026 - 09:21 Lesarabrøv Politikkur

Tað er undranarvert at lesa tíðindi í hesum døgum. Sera nógvir sitandi løgtingslimir og fyrrverandi valevni hava lagt kongin og ætla sær nú okkurt annað enn løgtingsarbeiðið. 

 

Í Sambandsflokkinum eru Jaspur Langgaard, Magnus Rasmussen og Frimodt Rasmussen givnir, umframt onnur valevni á tí meiri kristinkonservativa bógnum.

Í Javnaðarflokkinum er umvent. Her eru Ingilín D. Strøm og Uni Holm Johannesen givin, og flokkurin tykist fara eitt fet til høgru. Eisini frættist, at Henrik Old nú eisini gevst í politikki,- ein hin seinasti javnaðarmaðurin av gamla slagnum.

Hetta er merkisvert, tí um Sambandsflokkurin fer eitt fet til vinstru og Javnaðarflokkurin eitt fet til høgru so møtast teir mest sum á miðjuni.

Miðjan er søguliga staðið, har Sjálvstýri hevur verið heimahoyrandi, men við teimum útspølum, flokkurin er komin við higartil, sær tað mestur út sum, at Sjálvstýri kann enda eitt stað vinstru megin Javnaðarflokkin. 

Tjóðveldi hevur mist Bjørt Samuelsen og Annitu á Fríðriksmørk, og umframt hetta hevur flokkurin mist Beintu Løwe til Framsókn. Hetta kann møguliga mótviga, at Sólvit Nolsøe og Hanna Jensen eru givin?

Í flestu stóru flokkum eru sostatt týðandi profilar, ið leiva stór hol, ið mugu fyllast av øðrum valevnum. Einasti flokkur, ið ikki tykist missa fólk í løtuni - hann misti tey jú í rumblinum upp undir farna val - er Fólkaflokkurin. Hann hevur seinastu árini kunnað bygt upp og stendur klárur til val við sera nógvum sterkum valevnum. Eitt nýtt ess hjá flokkinum er Bill Justinussen, ið saman við Rósu Tyril Gaardlykke fer at taka nógvar atkvøður frá Miðflokkinum í Eysturoynni.

Fólkaflokkurin stendur til at gerast so stórur, sum eingin annar flokkur í heimastýristíðini, ímeðan allir hinir flokkarnir hava avbjóðingar. 

Men tað mest áhugaverda í ár er, at fleiri flokkar flyta seg í politiska landslagnum. Sjálvstýri er vaknaður hamskiftur við eini rímiliga vinstrahallari stevnuskrá, og eisini Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru nógv broyttir. Ein avgerandi broyting er eisini, at Javnaðarflokkurin ei longur tekur frástøðu frá samstarvi við Fólkaflokkin.

 

 

Sámal Sunnudag
Hvønn sunnudag skrivar Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, eina stutta viðmerking til okkurt mál, ið hevur verið uppi í vikuni. Talan er ikki um viðgerandi tíðargreinar, men um sjónarmið, ið kunnu leggjast afturat almenna kjakinum - sonevnd "causerie". Viðhvørt koma harumframt bloggar mitt í viku, sonevndir mikubloggar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…