Lýsing
Lýsing
Starabúrið út at ferðast
Útvarpsrásin "Starabúrið" er farin við á árliga gospeltúrin við Norrønu niður til Hirtshals
Starabúrið er sera væl avhildin útvarpsrás í Klaksvík og hevur 13 ár á baki. Starabúrið er andalig rás við andaligum innihaldi og tónleiki. Útvarpsvertir eru Victor Dánjalsson og Regin Olsen.
Í løtuni eru teir umborð á Norrønu, har árligi gospeltúrurin verður fyriskipaður. Starabúrið sendur beinleiðis frá túrinum.
Starabúrið hevur facebook vanga og kann hoyrast á stream.fo og á FM 98,7
Í februar mánaða fylti Starabúrið 13 ár, tað verður sent úr hesum fitta búrinum
Seinastu tíðindini