- Tað einasta sum telur er at vinna
- Sum partur av einum so góðum liði sum KÍ skal ein áleypandi leikari helst faa nøkur mál og upplegg. Samlaða talið gangi eg ikki so høgt uppí, tí tað einasta, sum telur, er at vinna, sigur ein avgjørdur Árni Frederiksberg, sum er sera spentur upp á komandi kappingarárið.
Leygardagin – dagin fyri fyrsta dystin hjá KÍ í kappingarárinum 2026 – hitti Norðlýsið Árna Frederiksberg til eitt stutt prát, og sum vant var hann bæði blíður og týður – men mest av øllum er Árni spentur upp á kappingarárið.
Ein góð pre-season
- Kappingarárið byrjar sunnudagin á Dungasandi, har tit skullu spæla ímóti 07 Vestur. Følir tú teg kláran til kappingarárið?
- Yes, vit eru klárir! Vit hava havt eina góða pre-season, har vit millum annað hava verið í Albir í Spania á venjingarlegu, og siðan hava vit spælt nakrar venjingardystir her heima. Á vegnum eru altíð nakrar avbjóðingar – men nú kappingin byrjar í morgin, so eru vit klárir og spentir at fara i gongd.
Skal helst fáa nøkur mál
- Í fjør hevði tú eitt gott ár við 18 málum og 18 uppleggum í landskappingini. Í steypakappingini legði tú upp til 3 mál, og úti í Evropa skoraði tú 1 mál, og legði upp til 3. Hvat er títt persónliga mál fyri 2026?
- Ja, persónliga var kappingarárið í fjør gott á nøkrum frontum, og so eru tað nøkur ting, sum tú skalt gera betur. Sum partur av einum so góðum liði sum KÍ, so skal ein áleypandi leikari helst fáa nøkur mál og upplegg. Samlaða talið gangi eg ikki so høgt uppí – tí tað einasta sum telur er at vinna.
Greipan nakað serligt
- Síðan tú komst til KÍ í 2021, hevur tú og KÍ vunnið FM 4 ferðir av 5 royndum, men í fjør var fyrstu ferð, at tú vanst greipuna. Er tað nakað serligt at vinna greipuna?
- At vinna greipuna er sjálvandi nakað heilt serligt og ikki nakað, sum nógvir leikarar sleppa at uppliva. So tað verður eitt ár, man fer at minnast!
Snýr seg um at vinna
- Nógvir viðmerkjarar frá ymiskum miðlum leggja upp til, uttan at beinleiðis siga tað, at KÍ eru eitt sindur óinteresantir at hyggja eftir. Hvat heldur tú um sovornar útsagnir um KÍ? Er yvirleggjaran bara tað hægri í Klaksvík?
- Eg havi ikki so góðan hug at viðmerkja tílíkt, tí mær dámar betur at lata avrikini tala. Men eg kann siga, at um vit vinna greipuna aftur í ár, og fólk halda, vit eru óinteressantir at hyggja eftir, so leggi eg ikki so nógv í tað – fyri meg snýr fótbóltur seg um at vinna, og so leingi eg geri tað, kunnu fólk halda, hvat tey vilja, sigur ein smílandi Árni Frederiksberg.
Fyrsti dysturin ringur at rokna út
- Vit skora sjáldan minni enn 2 mál ímóti 07 Vestur, men lata hinvegin ofta 1 mál inn ímóti teimum. Vit møtti eisini júst 07 Vestur til fyrsta umfari í fjør, og tann dysturin endaði 3-1 til KÍ.
Hvat væntar tú av dystinum sunnudagin?
- Fyrsti dystur í einum kappingarári er ofta eitt sindur so sum so, tí tú veitst ikki heilt, hvørjum hinir koma við. Sjálvt um tú hevur upplivað teir í venjingardysti o.s.fr., so er tað ikki fyrr en nú, at tað telur stig!
- Men væntandi verður dysturin sunnudagin ein dystur, har vit koma at hava bóltin nógv, meðan 07 Vestur helst fer at sats uppá at halda nullið og kontra. So eg vænti, at hesin dysturin fer at minna um dystirnir undanfarin ár, og so fáa vit at siggja um vit fáa brotið ígjøgnum teir ella ikki.
Vit taka ein dyst í senn
Hóast summir halda kappingarárið verður meir spennandi í ár, so hava tey flestu KÍ sum favoritt at vinna FM. Hvør vinnur FM í ár?
- Eg haldi, eg kann siga, at vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at endurvinna FM! Og so mugu vit telja saman, tá 27 dystir eru spældir. Fyri okkum beint nú er dysturin í morgin tann týdningarmesti í árinum, og vit hugsa ikki longur enn tað, segði Árni Frederiksberg at enda í stuttu samrøðuni, vit fingu við hann leygardagin.