Eingin klippir snórin fyri eini pensjónsnýskipan
Hví fólkaræði hava trupult við at gera tað rætta — sjálvt tá øll vita, hvat tað er.
Í nýggjasta partinum av poddrøðini Búskapur í øllum viðger verturin Jóhann Lützen saman við Johnny í Grótinum, formanni í Búskaparráðnum, støðuna í tinginum, tá hækkingin av pensjónsaldrinum bleiv felt í síðstu løtu.
Parturin tekur upp tráðin, har síðsti partur endaði. Um hvussu savnaðar fyrimunir og spjaddar kostnaðir kunnu forklára, hví ein tunnil til fimm milliardir krónur er lættur at samtykkja. Spegilmyndin — spjaddir fyrimunir og savnaðir kostnaðir — er orsøkin til, at tað er nærum ógjørligt at hækka pensjónsaldurin við tveimum árum. Tey, sum tapa av uppskotinum, eru sjónlig, væl skipað og velja. Tey, sum vinna, eru meira óítøkilig — tey eru enn ikki fødd, ella hava einfalt ov nógv um at vera í gerandisdegnum til at møta upp til politisk fund.
Politiski dramatikkurin er í miðdeplinum. Pensjónsnýskipanin slapp ígjøgnum aðru viðgerð í Løgtinginum við eini einasta atkvøðu í meiriluta — 16 móti 15. Men sama dag sum endaliga atkvøðugreiðslan við triðju viðgerð skuldi vera, valdi løgmaður at upploysa Løgtingið, stutt eftir at Suðuroyartunnilin varð samtyktur. Nýskipanin fall. Val varð útskrivað. Og klokkan varð sett aftur á null.
Johnny greiðir frá, hví tíðin hevur so stóran týdning fyri nýskipanir, hvussu Noreg og Danmark hava loyst politiska trupulleikan við at knýta pensjónsaldurin beinleiðis at hækkamdi livialdrinum, og hvat veljarar í veruleikanum eiga at spyrja valevnini um innan Løgtingsvalið tann 26. mars.
Ein av greiðu boðskapunum í poddinum er:
Framtíðar ættarlið velja ikki. Men avgerðirnar, sum verða tiknar nú, fara at avgera teirra búskaparliga arv.
Sum Johnny sigur í poddinum: Hetta er ikki bara ein búskaparlig eygleiðing — tað er eisini ein moralsk.
Búskapur í øllum, partur 8 er at finna niðanfyri.