Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Alivannan vaks ein triðing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2026 - 18:49 Tíðindi Vinna

Um hugt verður at muninum á framleiðsluni í alivinnuni frá 2024 til 2025, so er talan um ein triðing í vøkstri. Árið 2025 var øgiliga gott lívfrøðiliga, men trupulleikin tað árið var laksaprísurin. Norðlýsið tosar við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, um vøksturin í alivinnuni seinasta árið.

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum í seinastu viku. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacobsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna. 

Regin sigur soleiðis: – ”Lat meg siga tað beinanvegin, at ttá ið tosað verður um vøkstur í alivinnuni, so verður tosað um vøkstur av framleiðsluni. Tað merkir ikki, at sølan ella vinningurin eru vaksin líka nógv. Fiskurin kann eisini liggja á goymslu, og vit økja eisini um biomassan í sjónum til at selja árið eftir.

Fyri Bakkafrost kann eg siga, at effektiviteturin á sjónum hevur ongantíð verið betri enn nú. Vit hava eitt felli, sum liggur niðri á 10% frá útseting til tøku, og tað er nakað av tí tað lægsta, vit nakrantíð hava havt. Tú skalt eini fimtan ár aftur í tíðina fyri at finna lægri felli. Og vøksturin hevur verið methøgur, tí fiskurin trívist ómetaliga væl.

Tað hevur sera nógv at siga, at fiskurin hevur góða heilsu. Tað ger, at tú kanst fáa eitt øgiliga gott úrslit burturúr, og nú tykist tað, sum um hesi viðurskiftini viðvíkjandi fiskaheilsu ganga upp í eina hægri eind. Vit hava betri vøkstur og lægri felli enn aðrir, og vit hava væl størri fisk – vit liggja væl omanfyri 6 kilo, ið er eitt kilo størri enn í Chile og hálvtannað kilo størri enn í Noregi – so vit hava óhoyrt vøkur biologisk lyklatøl.

Tað, sum gekk galið í 2025, var laksaprísurin, og honum hava vit ikki valdið á”, sigur Regin Jacobsen við Norðlýsið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…