Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Nú byrjar landskappingin, so nú er nóg mikið sagt og skrivað neiliga um KÍ-leikarar, sum eru við ella ikki. Venjararnir hava mannað okkara kongabláa flaggskip, og TEIR hava uppiborið okkara FULLA og TREYTALEYSA stuðul
Eitt, sum eyðkennir siðvand vinnarafeløg, bæði her heima og altjóða, er at hesi feløg havi ein fanbasa, eina fjepparafjøld, sum ALTÍÐ stendur aftan fyri og stendur upp fyri sítt felag og sínar leikarar, og sum ongantíð fer í part við einstaklingun ímóti felagnum, tí “eingin er størri enn felagið”. Sjálvur havi eg havt KÍ í hjartanum heilt síðan minniliga føroyameistaraheitið í 1972, og øll hesi árini havi eg ongantíð ivast um tann sterka loyalitetin millum okkum norðoyingar ímóti KÍ - ein loyalitetur og eitt samanhald, sum hevur yvirlivað nógvar tungar tíðir, og sum hevur borið KÍ ígjøgnum harðar og krevjandi avbjóðingar.
Tað er hetta, sum ger KÍ til fótbóltsfelag NUMMAR EITT í Føroyum, ið hevur so nógv tey flestu og bestu viðhaldsfólk her á landi.
Góðu KÍ-viðhaldsfólk - gomul og ung, løtt og tung, høg og lág, stór og smá, kvinnur og menn, øll í senn! Latið okkum - eftir øll hesi fantastisku seinastu árini - ikki nú lata okkum lokka og draga til at gerast meir grenjandi enn stuðlandi, meir revsandi enn heppandi.
Jú, víst kann kritikkur vera tekin um umsorgan og stóran áhuga, men NÚ er meistaradeildarliðið hjá KÍ 2026 mannað, og HESIR dugnaligu føroyameistarar hava brúk fyri at kenna okkara fulla og heilhjartaða stuðul.
Tí er tað so avgerandi neyðugt, at hesir leikarar okkara ikki verða útsettir fyri, at vit KÍ-fjepparar og lokalu journalistar ikki flyta fokus yvir á aðrar leikarar, sum ikki eru við, men FULT ÚT stuðla og bakka upp um *Mark F. Jensen, *Sebastian Linnet John, *Rani Løkságarð Josephsen, *Odmar Færø, *Jóannes K. Danielsen, *Gaston Nicolas Telechea, *Dániel Johansen, *Gilli R. Sørensen, *Jákup N. Vilhelmsen, *Robert B.C. Williams, *Deni Pavlovic, *René S. Joensen, *Hallur Hansson, *Jákup B. Andreasen, *Martin Rodrigo Gonzalez, *Filip Myslak, *John Ziska Joensen *Jonn Johannessen, *Árni Frederiksberg, *Páll A. Klettskarð, *Filip Brattbakk, *Patrik Johannesen, *Páll Müller, *Erlend Hustad, *Dávid Reynheim, *Oussama Ali og *Ezra Lukama.
NÚ byrjar landskappingin!
NÚ er løtan komin at standa upp fyri KÍ!
KOYR Á KÍ !!!
Heilsan, ein KÍ-viðhaldsmaður