Lýsing
Lýsing
Lýsing

So nógv kosta sendistovurnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2026 - 15:50 Tíðindaskriv

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin greinað útreiðslurnar, sum standast av sendistovunum, setanarviðurskifti hjá sendifólkunum og lýst, hvat arbeiðið á sendistovunum inniber

 

 

Ymiskt er, hvørjum sendistovurnar arbeiða við. Á summum sendistovum er arbeiðið bundið at sáttmálunum, sum Føroyar hava við vertslandi, og í øðrum førum er talan um at fáa í lag samband við myndugleikar.

At seta eina sendistovu á stovn er ein politisk avgerð og førir við sær fastar útreiðslur í eitt langt áramál. Tí halda Løgtingsgrannskoðararnir at tað hevur týdning, at landið setir sær mál fyri, hvat arbeiði ein sendistova skal útinna, áðrenn sendistova formliga verður sett á stovn.

Frá at hava havt umboðsstovu í Aberdeen síðani 1950’ini og viðskiftastovu í Keypmannahavn síðani 1970’ini setti Føroya landsstýri fyrstu sendistovuna á stovn í London í 2002. Í dag hava Føroyar átta sendistovur.

Eftirsum ongar treytir, krøv, avtalur ella ítøkiligar ætlanir frammanundan eru settar til innihaldið í virkseminum hjá sendistovunum, ber illa til at siga, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr. Tað liggur eisini nakað symbolskt í at hava sendistovurnar.

Frágreiðingin kann lesast her: Frágreiðing um Sendistovur Føroya

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026