Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins fyrstihjálpari 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.03.2026 - 06:59 Myndarøð Tíðindi

Ársins fyrstuhjálparar í 2025 eru Adrian, Tinna, Gerda, Kári, Pætur og Matteus

 

Sunnumorgunin 9. november fekk Tórleif Dahl hjartasteðg og small um. Hetta hendi í heiminum hjá honum í Saltangará.

Sum skilst hevði Thorleif gjørt seg kláran at fara til Oyrar at vitja mammu sína, tá hann knappliga small um. Tinna (kona hansara) og Gerda (dótturin) hoyrdu, at hann datt og vóru í holt við at venda honum, tá Adrian (fostursonurin) kom til. Tey sóu beinavegin, at onki lív var í, og tí fór Adrian beint at geva hjartamassagu og Tinna gav kunstigan andadrátt. Adrian ringdi eisini 112. Gerda fór oman á vegin at bíða eftir sjúkrabilinum.

Tað gingu 15 minuttir, so vóru tríggir mans frá Renn fyri lívi á staðnum. Sum Tinna hevur greitt frá, so var tað ein ómetaliga stórur lætti, tá teir komu og tóku yvir.

Síðani gingu nakrir minuttir til tvey frá sjúkraflutningstænastuni eisini vóru á staðnum. Tey fingu skjótt at vita, hvat var farið fram og at familjan hevði veitt lívbjargandi fyrstuhjálp hesa tíðina, frá hann fekk hjartasteðg, fráboðanin fór í gongd, og til, at sjúkrabilurin kom á staðið. Við áhaldandi stuðli frá rennarum frá Renn fyri lívi fingu viðgerðarnir veitt sera góða hjálp og staðfestu, at tey kundu geva honum stoyt. Eftir stoytin varð framvegis arbeitt við lívbjargandi arbeiði. Eftir lítlari løtu byrjar Thorleif spakuliga at vakna, men er sera fjarður. Hetta er 25 minuttir eftir, at hann small um. Við áhaldandi arbeiði verður staðfest, at hann er komin til lívs aftur. Sum vigerðin hjá sjúkraflutningstænastuni orðar tað, so er tað ”uttan iva takka verið familjuni hjá honum fyri teirra fantastiska avrik í støðuni, at hann kom til lívs aftur”.

Ársins fyrstuhjálparar hava veitt bæði kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp til sjúkling í lívsvanda og hava stuðlað hvør øðrum í støðuni.

Adrian og Tinna góvu í felag fyrstuhjálp, sum bjargaði lívinum hjá Thorleif. Teirra skjóta og effektiva fyrstahjálp hevur gjørt, at Thorleif eftir øllum at døma er komin frá tilburðinum uttan nakað mein. Um tey ikki høvdu borið seg so skjótt og rætt at, kundi útfallið verið nógv verri, og í ringasta føri kundi Thorleif verið deyður.

Víst verður á, at hesi seks fólkini í felag gjørdu allan munin, og serliga verður nevnt, at Adrian gjørdi eitt stórt bragd við einsamallur at geva hjartamassagu í 15 minuttir uttan steðg, og at hann við sínum róliga og ábyrgdarfulla atburði fekk tey ígjøgnum hesar longu 15 minuttirnar, til hini komu á staðið.

Í fyrstuhjálparhøpi hava tey borið seg heilt rætt at frá byrjan:

Tey hava tryggja staðið, har sjúklingurin er. Staðfest, at sjúklingurin er uttan vit og veitt lívbjargandi fyrstuhjálp við trýst á bringuna og givið kunstigan andadrátt. Tey hava boðað frá við at ringja 112. Hóast tey ikki hava havt hjartastartara á staðnum, so hava tey framhaldandi hildið fast í tí bestu viðgerðini, sum ein fyrstuhjálpari kann veita í slíkari støðu, nemliga lívbjargandi HLB-viðgerð, sum stendur fyri Hjarta-Lungna-Bjarging. Renn fyri lívi komu á staðið og hesir tríggir hava hjálpt til á sera góðan og siðiligan hátt. Teir hava avlastað avvarðandi við HLB-viðgerð, og so hava teir ikki minst verið um familjuna í støðuni, umframt, at teir stuðlaðu sjúkraflutningstænastuni í viðgerðini.

Frá Thorleifi sjálvum er greitt, at hendan skjóta hjálpin heilt sikkurt hevur gjørt, at hann er so væl fyri í dag, sum hann er. Hann hevur fingið ICD ísettan og hevur stórtsæð ikki fingið varandi mein av hendingini.

Ársins fyrstuhjálparar 2025 eru:

Adrian Ellingsgaard, Tinna Dahl, Gerda Dahl, Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pætur Egholm Jacobsen og Matteus Højgaard De Franca.

 

Síðan eru tveir heiðrar fyri serliga gott avrik innan fyrstuhjálp:

Fyrstu eru tað: Eskild, Mririam, Dan, Eydna, Eyðun, Jan, Pætur, Sigurð og Olivia

Annan hvítusunnudag skuldi Jógvan á Lakjuni hava ein fyrilestur á samfelagsstevnu í Badmintonhøllini í Klaksvík. Umleið 250 áhoyrarar vóru til staðar – teirra millum eisini stórur partur av nærmastu familjuni.

Tá Jógvan fór upp á pallin var hann lættur í tí og fór smárennandi upp trappurnar, stillaði seg við talarastólin og byrjaði at tosa.

Eftir stuttari løtu steðgaði hann á og segði, at hann gjørdist svimmul. Hann fór at anda øðrvísi og ristandi skonkti hann sær vatn í ein kopp. Í tí hann skuldi fáa sær at drekka, stoytti hann vatnið á seg. Andadrátturin sýntist at gerast meiri og meiri strongdur – og við eitt datt høvdið niður ímóti bringuni.

Hann var uttan vit.

Áðrenn hann náddi at detta á gólv vóru tveir mans, sum loftaðu honum og løgdu hann niður. Sonur hansara, Bárður, leyp eisini upp og sá alt, sum hendi – hóast hann ikki var við í sjálvari hjálpini.

Jógvan varð fyrst lagdur í síðulegu – tað var sum um hann kvaldist. Hann var bæði reyður og bláur í andlitinum, áðrenn hann knappliga gjørdist púra stívur, stillur og skifti dæmi. Hjartað var steðgað.

Sambært Bárði var tað ótrúligt at vera vitni til næstu minuttirnar, tí tað var sum at øll, ið vóru um Jógvan, vistu, hvør teirra leiklutur var.

Pætur sat við andlitið og gav kunstigan andadrátt, og royndi eisini at tosa og fáa fatur á honum aftur.

Eskild gav hjartamassasju og skifti við ein annan, Eyðun og Jan leitaðu eftir hjartastartara, Miriam og Eydna, báðar sjúkrasystrar, ráðgóvu í støðuni, Sigurð og Olivia ringdu eftir sjúkrabili, og Dan var ein av teimum fyrstu, sum traðkaðu til og var um Jógvan alla tíðina.

Eftir heilt stuttari løtu kom fyrst ein hjartastartari, og síðani ein aftrat. Skjúrtan varð skrædd upp og leidningarnir settir á rætt stað. Ein stoytur varð givin. Tað setti í, men hann livnaði at síggja til ikki. Síðani varð ein stoytur givin aftrat… og nú hendi okkurt. Nú merktist ein veikur pulsur.

Sjúkrabilur og portørar komu skjótt á staðið. Onkur segði, at tað gingu ikki meiri enn 3 og ½ minuttir, so vóru teir har. Og tá var Jógvan longu komin afturíaftur. Hann varð spakuliga lagdur á børuna og trillaður út úr høllini.

Sjálvur minnist Jógvan ikki løtuna, men hómar okkurt í sjúkrabilinum.

Komin á Klaksvíkar sjúkrahús var hann rættiliga klárur aftur, og varð síðani koyrdur suður á B8 hjartadeildina. Har bleiv millum annað staðfest, at hann hevur ein hjartafeil, sum krevur viðgerð og ein ICD’ara. Tað er ein lítil hjartastartari, sum verður innopereraður í bringuna. Hetta varð gjørt á Ríkissjúkrahúsinum nakrar dagar seinni.

Jógvan hevur ikki havt órógv við hjartanum síðani hendingina og operatiónina, og hevur onki mein fingið av hjartasteðginum.

Talan var um ein stóran felags innsats og tí eru ikki færri enn 9 fólk, ið fáa hendan heiðurin fyri Serliga gott avrik innan fyrstuhjálp.

Hesi eru:

Eskild Norðbúð, Miriam Hjelm, Dan Hjelm, Eydna Ljósheim, Eyðun á Bergi, Jan Petersen, Pætur Hvannastein, Sigurð Jacobsen og Olivia Tróndheim.

 

Eisini fær Tummas Zachariasen heiður fyri serliga gott avrik. 

Á vári í fjør vóru ungu mennirnir, Andrias, 23 ára gamal, og Tummas, 20 ára gamal, einsamallir til arbeiðis umborð á tvíkiljuni ”Árnafjall” suðri í Bug í Vestmannasundi. Har høvdu teir allan dagin verið í ferð við at vaska norðaru streymverjuna hjá Luna.

Tá teir vóru lidnir við arbeiðið og gjørdu klárt til at fara til hús hendi óhappið:

Tummas startar upp og Andrias gevur tekin um, at hann hevur loyst aftan. Tummas koblar so í, men í somu løtu hoyrir hann á Andriasi, at hann hevur øgiliga pínu og sær, at hann hevur fingið eina buktu um annað beinið. Tí koblar hann beinavegin úr aftur og loypur aftur at síggja til hansara. Tá sær hann, hvussu illa Andrias bløðir.

Tummas loypur so fram aftur og fær bátin vekk frá øllum fortoyningum og síðan aftur til Andrias at leggja okkurt undir tað skaddað beinið, soleiðis, at tað kemur at liggja høgt. Síðani bindur Tummas tveir strammar endar um lærið hjá Andrias fyri at steðga bløðingini.

Teir fáa skorið stilvan av beininum, og síðani rennur Tummas framm í stýrhúsið og setur fulla ferð norð á Oyragjógv, hann ringir 112 og til formannin, sum hevur kontakt við Andrias allatíðina. 112 ringir aftur og spyr hvussu stendur til og Tummas biður um at fáa ein sjúkrabil skjótast gjørligt norð á Oyragjógv.

Klokkan 18.50 kom sjúkrabilurin á Oyragjógv – stutta løtu áðrenn vóru eisini tveir aðrir mans hjá Luna komnir norð at hjálpa til.

Sjúkrabilurin koyrir Andrias til Havnar har hann alt fyri eitt verður lagdur undur skurð. Fóturin vísti seg at vera so illa farin, at neyðugt var at taka beinið beint niðanfyri knæ.

Men at ein so ungur maður klárar at handla so gott í so pressaðum umstøðum er eitt stórt bragd í sjálvum sær, tí um hann einki gjørdi ella kanska svímaði sjálvur, so kundi enn størri vanlukka staðist av hendingini.

Andrias sigur sjálvur soleiðis í tilnevningini:

”Tummas eigur lívið í mær fyri at halda høvdið kalt og handla rætt og skjótt.”

 

Ársins barnaheiður:

Ísakur Viderø Danielsen

16 ára gamli Ísak útynti skjóta og góða fyrstuhjálp til pápa sín, tá hann fekk ein blóðtøpp í heilan.

Við góðari undirvísing í fyrstuhjálp, sum hann hevði fingið á ítrottarháskúlanum í Suðuroy, gjørdi Ísak sera skjótt av, tá hann sá fyrstu eyðkennini um ein blóðtøpp.

Læknarnir siga, at, tí at tøppurin bleiv fangaður so stundisliga, eru útlitini hjá pápanum nógv betur, enn um tøppurin varð fangaður seinni.

Tey 4 systkini hjá Ísaki vilja sera gjarna takka sterka og djarva beiggja sínum og hava tí tilnevnt hann til hendan heiður.

 

Gabriel R. Jacobsen

Góðu vinmenninir Adam og Gabriel, sum báðir eru 9 ára gamlir, vóru fegnir at hittast aftur á jólum. Tað er soleiðis, at Gabriel, sum vanliga býr í Danmark, var komin til Føroya at ferðast og hendan leygardagin vóru teir báðir farnir ein túr í SMS og síðan fóru teir við einum býarbussi í Havn. Hetta dámar teimum heilt væl – at koyra buss – serliga tí tað er ein góður teinur ímillum har teir báðir búgva í Havn.

Nú teir júst høvdu verið í SMS høvdu teir okkurt góðgæti við sær í bussin.

Á túrinum í bussinum setur Adam brádliga eitt bomm í hálsin. Gabriel sær alt fyri eitt, at her er púra galið og bommið er rimmar fast í hálsinum á Adam. Gabriel byrjar við at banka Adam á ryggin, men einki hjálpur. Gabriel rópar so neyðarróp í bussinum, og fær bussin at steðga.

Samstundis sum bussurin steðgar og onnur, sum vóru í bussinum koma til, ringjur Gabriel 112 og løgreglan varð send á staðið alt fyri eitt.

Beint áðrenn løgreglan kemur til bussin gleppur bommið í hálsinum á Adam.

Adam er bláur um andlitið og skal til kanningar á sjúkrahúsinum. Har er hann til observatión í nakrar tímar.

Gabriel er bert 9 ára gamal, og undir trýstinum ger hann alt hann kann fyri at hjálpa Adam. Hóast hann sær, at støðan versnar, megnar hann bæði at rópa neyðarróp og at ringja til 112.

Gabriel fekk rós bæði frá løgregluni og sjúkrabilinum fyri eitt megnar avrik.

Sum abbi Adam sigur, so er ongin ivi um, at var Gabriel ikki so skjótur hevði ólukka staðist av hendingini.

Familjan var sera skelkað, men tey eru Gabriel so takksom!

 

Myndir: Erla Rajani Ziskasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stóra brakið í Badminton­høll­ini í dag
Eingin klippir snórin fyri eini pensjóns…
Filip: - Stórur munur á flogbólti í Ital…
Ársins fyrstihjálpari 2025
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…