Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
Landbúnaðarstevnan fyri Norðoya Sýslu hevur staðfest, at ognarar hava rætt til at hava seyð gangandi í haganum alt árið.
Úrskurðurin varð gjørdur tann 13. januar og ógildar eina umstrídda hagastevnusamtykt í Ognarhaganum í Árnafirði.
Samtyktin kravdi, at allur seyðurin varð tikin úr haganum eitt ávíst tíðarskeið frá mars til mai.
Nakrir ognarar mótmæltu og hildu, at hagastevnan ikki hevði heimild til at skerja grundleggjandi rættindini hjá ognarum, at hava seyð gangandi í haganum alt árið.
Málið endaði tí á Landbúnaðarstevnu, sum nú hevur sligið fast, at ein slík avmarking ikki er lóglig.
Ognarhagin í Árnafirði kann tó velja at kæra avgerðina víðari til Yvirlandbúnaðarstevnuna.
Hósdagin 12. mars verður hagastevna hildin í Ognarhaganum, har tað helst verður avgjørt, um málið skal roynast á hægsta stigi.