Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  08.03.2026 - 10:00 Ítrottur Tíðindi

Mjølnir og SÍ spældu í Badmintonhøllini í gjár um at enda ovast í sjálvari landskappingini, og harvið fáa ein lítlan fyrimun í FM-finalunum, har ovasta liðið byrjar á heimavølli og aftur fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu, skuldu liðini vunnið hvør sína finalu.

 


Polestar-deildin:
Mjølnir – SÍ 0-3 (21-25, 20-25, 26-28)

SÍ var frammanfyri á stigatalvuni undan dystinum og toldi tí at tapa 3-2 og framvegis eiga fyrstaplássið. Skuldi Mjølnir taka fyrstaplássið, varð neyðugt hjá teimum við trimum stigum. Tað eydnaðist ikki hjá Mjølni, tí SÍ vann tey bæði fyrstu settini, og so var kappingin um fyrstaplássið avgjørd, og restin var spæl til stuttleika – kanska tað var tí at triðja settið endaði 28-26 til SÍ, sum vann við sætta dystarbóltinum.


Helst hugsaðu liðini eisini eitt sindur um ikki at avdúka vápnini og taktikkin áðrenn sjálvar FM-finalurnar, sum verða spældar í seinna helmingi av mars. Tann fyrsta verður á Giljanesi (tí SÍ sleppur ikki at spæla finalur í lítlu høllini í Sørvági), og onnur finalan verður í Badmintonhøllini í Klaksvík. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi.


Soleiðis var eisini í fjør, tá somu lið møttust, og Mjølnir at enda vann 3-2 á Giljanesi í triðju finaluni og tryggjaði sær sítt sjeynda meistaraheiti á rað í einum av bestu flogbóltsdystunum, sum nakrantíð er spældur í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy
Politiska landslagið í broyting
Starabúrið út at ferðast
Við mikrofon­ini á valfundi á Skúlatrøð
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna
Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Sleppa øll við?